|

B1 venjaraskeið í Lorvík vikuskiftið 1-3 Februar

FSF logo< Endamál/innihald:
B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Men B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum við eitt nú venjing av yngri børnum. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Evni, sum verða viðgjørd á B1 skeiðinum, eru m.a.:
• Fótbóltur, foreldur og felag
• Leikarin/barnið
• Venjing og dystur
• Venjarin/ungdómsleiðarin
• Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
• Eitikkur og virðisgrundarlag

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Byrjað verður fríggjadag kl 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.

Upptøkutreytir: Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri..

Ungdómsnevndin hjá NSÌ vil heita á venjarar, foreldur og leiðarar sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í ungdómsarbeiðinum hjá NSÌ at teknað seg til skeiðið.

Vinarliga sig Egil Olsen frá á fartelefon 77 90 96 ella t-post [email protected] um tit hava áhuga at vera við. Skeiðskostnaðurin verður goldin av NSÌ. Freistin at teknað seg er úti mánadagin 28 januar 2013.

Vinarliga

Ungdómsnevndin hjá NSÌ

Líknandi tíðindi