Vilt tú verða samskipari í NSÍ?

NSÍ hevur tørv á einum samskipara at byrja í felagnum sum skjótast. Hevur tú hug at hjálpa til, og er sálin gul? Vit hava tørv á einum dugnaligum og jaligum samskipara til okkara felag.

Uppgávan hjá samskiparanum í NSÍ er at samskipa nógvu uppgávurnar. Nevnast kann venjingartíðir, dystarsamskipan og onnur tiltøk, sum felagið skipar fyri í tøttum samstarvi við venjarar, nevnd og álitisfólk í felagnum.

Eisini er samskiparin við at fyrireika dystir, tá felagið spælir í Evropa, og er nógv samskiftið í tí sambandi.

Samskiparin hevur eisini dagligt samskifti við FSF, og tekur sær av øllum fyrifallandi uppgávum.

Vilt tú vita nærri, ella hevur tú áhugað at hjálpa til, so er at ringja til Dánial Hansen, formaður á tlf 212782, ella teldupost: [email protected]

Løn/samsýning verður eftir nærri avtalu.

Líknandi tíðindi