VILJORMUR LEIGAÐUR ÚT TIL FYN FC

Viljormur Davidsen, sum hevur sáttmála við OB, er leigaður í eitt styttri tíðarskeið til Fyn FC, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Viljormur er ein sera sterkur verjuleikari og hevur ment seg nógv ta tíðina hann hevur verið knýttur at OB.

Viljormur er vaksin upp í NSÌ. Hann hevur leikt á øllum føroysku ungdómslandsliðunum. Ì løtuni er hann partur av U-21 landsliðnum sum er í Moldova í løtuni. Fyri stuttum fekk Viljormur eisini landsliðsboð til A-landsliðið.

Frá heimasíðuni fara vit at ynskja Viljormi góða eydnu í Fyn FC og á landsliðnum.

Líknandi tíðindi