Smádreingirnir týðandi sigur: HB-NSÍ 1-2
Smádreingirnir hjá NSÍ vunnu týðandi sigur á HB í meistarabólkinum í Havn í dag.
NSÍ legði betri út, men tað stóð framvegis á jøvnum í hálvleikinum.
Um miðjan seinna hálvleik eydnaðist tað HB at skora við kontraálopi eftir fleiri NSÍ-horna. Eina løtu sat HB á spælinum, men so ernaðust NSÍ-smádreingirnir aftur.
Fyrst skjeyt Meinhard Olsen eitt horna, sum Betuel Hansen høvdaði í mál, og einar tveir minuttir undan leikloki tók Jógvan Sigvardsen eitt langt fríspark av miðjuni, sum endaði í málinum.
Sigurin hevði við sær, at NSÍ, nú tvey umfør eru eftir, er á fyrsta plássi við 14 stigum. HB hevur 13 stig, og B68 hevur 12 stig. Kappingin er tí víðopin enn.
Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Oydis Hansen tók.
[nggallery id=106]