UNGLINGAR ERU Í STEYPAFINALUNI

Við Løkin í gjárkvøldið spældu okkara unglingar seg í finaluna í steypakappingini . Mótstøðuliðið í hálvfinaluni var Skála. Talan var um ein rímuliga javnan dyst, sum NSÌ vann 1-0. Avgerandi málið skjeyt ungi Aron Jacobsen í fyrra hálvleiki. 

Finalan verður ímóti vinnaranum av dystinum KÌ – EB/S, á uttanveltaðum vølli 22 juni.

Ì landskappingini, hevur eisini gingið stak væl. Unglingarnir hava vunnið teir tríggjar dystirnir í landskappingini, teir hava leikt higartil og hava ein málmun uppá +14 mál. SERA FLOTT.

HJARTALIGA TILLUKKU VIÐ FINALUPLÁSSINUM OG GÓÐAN BYR VÍÐARI Í LANDSKAPPINGINI

Líknandi tíðindi