|

Lekin er tettur, og skipið er komið á rættkjøl

Hóskvøldið hevði NSÍ regluliga aðalfundin í hølum felagsins. Áleið 40 limir høvdu leita sær á fundin, sum eftir vanligu formalitetirnar byrjaði við formansfrágreiðingini.

Karstin staðfesti, at hóast útlitini vóru døpur og kreppukend, tá verandi nevnd tók við í oktober, eru tingini nú stabiliserað, og so smátt ber til at byggja upp av nýggjum. Lekin er nú tettur, og skipið er komið á rættkjøl, segði formaðurin, og vísti á, drívmegin í felagnum er engagementið hjá trúgvu fjepparunum í felagnum. Neyðugt er, at so nógv sum møguligt í felagskapinum taka lut, og at uppgávur verða lyfta í felag.

Tað er sera nógv at fegnast um í løtuni. Gjøgnumgangandi strukturin í felagnum er komin uppá pláss, venjarar eru settir til øll liðini, eins og samskipari og høvuðsungdómsvenjari eru settir. Hjálparfólk eru kring alt felagið, tó formaðurin legði dent á, at í felagsskapinum er tað so, at tað ongantíð er fult. 

Roknskapurin bleiv lagdur fram, og vísti hesin eitt lítið hall fyri 2022. Eingin luttøka var í evropeiskum fótbólti farna kappingarár, men trúgvu stuðlarnir, hjálparfólk og fjepparar hjá felagnum hava verið raskir at savna inn, eins og niðurskurður var í útreiðslunum. Aðalfundurin góðkendi roknskapin uttan viðmerkingar.

Einki nevndarval var, tí hetta áður er lagt yvir í eykaaðalfund á heysti.

Eftir fundin var súpan og gott prát millum fundarluttakararnar.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi