NSÍ-KÍ leiktu 3-3 í venjingardysti

NSÍ-KÍ leiktu 3-3 í venjingardysti

NSÍ og KÍ leiktu venjingardyst við Løkin í kvøld. Dysturin var hampiliga ferðmikil, men nógvi vindurin gjørdi sítt til, at neyvleikin ikki altíð hóskaði til ferðina á spælinum. KÍ fekk einasta málið í fyrra hálvleiki, tá Hjalgrím hegnisliga setti bóltin undir tvørtræðið. Beint eftir hálvleik økti KÍ til 2-0, men eftir ein spennandi endaspurt gjørdist…

SMÁPILTARNIR BYRJA AT VENJA FRÍGGJADAGIN

SMÁPILTARNIR BYRJA AT VENJA FRÍGGJADAGIN

Ì ár hevur NSÌ meldað trý lið til smápiltakappingina (a-c). Smápiltar eru leikarar sum er í aldrinum 8-10 ár. Smápiltarnir venja tvær ferðir um vikuna – mánadag og fríggjadag kl. 17.00-18.00. Venjarir hjá smápiltunum eru Jonhard Hansen (285501) og Eddi Mikkelsen (254370). Fyrsta venjingin verður komandi fríggjdag kl 17.00. Hav egna bólt við og verið væl í…

NSÍ og B71 dystast við Løkin í steypakappingini

NSÍ og B71 dystast við Løkin í steypakappingini

Í kvøld hevur lutakast verið um, hvør skal møta hvørjum í kappingini um Løgmanssteypið 2011. Lutakastið var í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum. Vit fingu heimadyst móti B71 í fyrsta umfari. Dysturin verður leiktur við Løkin leygardagin 2. apríl. Samstundis sum vit gleðast um at hava fingið ein heimadyst í fyrsta umfari, mugu vit ikki gloyma,…

AB CUP 2011

AB CUP 2011

AB-Cup 2011 Argja Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri uttandurakapping í fótbólti fyri yngri deildir, sum ein liður í eini upphiting, áðrenn landskappingin av álvara fer í gongd í vár. Kappingin, nevnd AB-Cup 2011, verður á vøllinum á Argjum, leygardagin 19. mars 2011. Tilmeldast kann til hesar deildirnar. Gentudeildir:                    Dreingjadeildir: Pinkur                                        Smápiltar…

Eysturoyar Kappingin: Víkingur-NSÍ 2-1

Eysturoyar Kappingin: Víkingur-NSÍ 2-1

NSÍ leikti finalu í Eysturoyar Kappingini 2011 móti Víkingi í Fuglafirði í dag. Endaliga úrslitið var 2-1 til Víking í einum hampiliga vælspældum dysti. Magnus H. Olsen skjeyt málið hjá NSÍ. Sostatt er Eysturoyar Kappingin av á hesum sinni. Vit takka ÍF fyri at hava skipað fyri hesi kappingini, ið gevur luttakandi liðunum virðismiklar dystarminuttir…

Venjingartíðir 2011

Venjingartíðir 2011

Yvirlit yvir venjingartíðirnar í 2011 og venjarar á ymisku liðunum, eru nú løgd á heimasíðuna. Fara á bjálkan ovast og trýst á Venjingartiðir og venjarar. Tað er møguligt at onkrar rættingar verða gjørdar ávegis i venjingartíðunum. Trongligt kann ávísar tíðir – serliga millum 16.00-18.00. Tí er tað neyðugt at venjarnir vísa góðan samstarvsanda soleiðis at øll fáa…

2-0 tap móti Víkingi

2-0 tap móti Víkingi

Vodafone-liðið hjá NSÍ leikti móti Víkingi í Gøtu í gjár. Endaliga úrslitið var 2-0 til Víking. Dysturin kundi annars fara báðar vegir. Fyri okkum var tað av serligum áhuga at síggja nýggja leikaran Ismail Abdul-Razak spæla í gula búnanum fyri fyrstu ferð. Hann leikti skilagott á sentralu miðjuni saman við Jústinus. Teir, ið mannaðu liðið…