Eysturoyar Kappingin: Víkingur-NSÍ 2-1

NSÍ leikti finalu í Eysturoyar Kappingini 2011 móti Víkingi í Fuglafirði í dag. Endaliga úrslitið var 2-1 til Víking í einum hampiliga vælspældum dysti. Magnus H. Olsen skjeyt málið hjá NSÍ.

Sostatt er Eysturoyar Kappingin av á hesum sinni. Vit takka ÍF fyri at hava skipað fyri hesi kappingini, ið gevur luttakandi liðunum virðismiklar dystarminuttir í fyrireikandi arbeiðinum fram til steypa- og landskappingarnar, sum fara í gongd fyrst í næsta mánaði.

Líknandi tíðindi