NSÍ og B71 dystast við Løkin í steypakappingini

Í kvøld hevur lutakast verið um, hvør skal møta hvørjum í kappingini um Løgmanssteypið 2011. Lutakastið var í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum.

Vit fingu heimadyst móti B71 í fyrsta umfari. Dysturin verður leiktur við Løkin leygardagin 2. apríl.

Samstundis sum vit gleðast um at hava fingið ein heimadyst í fyrsta umfari, mugu vit ikki gloyma, at talan er um steypadyst, og tá kann alt henda.

Lutakastið háttaði sær annars soleiðis:

Undanumfar 26. mars

Undri – MB
TB – Giza
Skála – Royn

1. umfar 2. apríl
B68 – FC Hoyvík
HB – Víkingur
Undri/MB – KÍ
NSÍ – B71
07 Vestur – FC Suðuroy
ÍF – Skála/Royn
B36 – EB/Streymur
AB – TB/Giza

Líknandi tíðindi