NSÍ-KÍ leiktu 3-3 í venjingardysti

NSÍ og KÍ leiktu venjingardyst við Løkin í kvøld. Dysturin var hampiliga ferðmikil, men nógvi vindurin gjørdi sítt til, at neyvleikin ikki altíð hóskaði til ferðina á spælinum. KÍ fekk einasta málið í fyrra hálvleiki, tá Hjalgrím hegnisliga setti bóltin undir tvørtræðið.

Beint eftir hálvleik økti KÍ til 2-0, men eftir ein spennandi endaspurt gjørdist endaliga støðan 3-3.

Málini hjá NSÍ skutu Klæmint, Debes og Árni. Hjalgrím, Ivan og Bárður skutu tey hjá KÍ.

Hjá okkum byrjaðu Andras, Monrad, Petur Pauli, Nanmi, Jens, Jann Martin, Jústinus, Razak, Heðin, Christian Høgni og Mamuka inni. Í hálvleikinum var dúgliga skift út. Á vøllin komu Magnus, Debes, Einar, Helgi, Árni og Klæmint.

Við nógvu nýggju monnunum hjá okkum hava venjingardystir sum hesin tætt upp undir byrjanina av kappingini sera stóran týdning.

Nú leygardagin og sunnudagin tekur NSÍ lut í KÍ-kappingini í Klaksvík saman við KÍ, EB/Streymi og HB. Leygardagin kl. 15.15 møta vit EB/Streymi í semifinaluni. Sunnudagin eru finalan og dysturin um triðja plássið á skránni.

Líknandi tíðindi