Betri-liðini

Eysturoyar Kappingin: NSÍ-EB/Streymur 1-0

NSÍ luttekur í Eysturoyar Kappingini 2011 saman við ÍF, Víkingi og EB/Streymi. Eins og í fjør er tað ÍF, ið skipar fyri. Allir dystir verða spældir í Fuglafirði.
Í gjárkvøldið spældu ÍF og Víkingur. Víkingur vann sær sæti í finaluni við at vinna 4-2.

Í kvøld spældu so NSÍ og EB/Streymur. Úrslitið gjørdist 1-0 til NSÍ. Tað var Debes Danielsen, sum í fyrra hálvleiki skoraði einasta málið í dystinum.

Áskoðararnir fingu eisini høvi at síggja nýggja NSÍ’aran úr Kameroun, Hugues Naponick Nanmi. Hugues kom til landið seint í gjárkvøldið og leikti longu í dag. Hann fekk einar 30-35 minuttir, og tað frættist úr Fuglafirði, at han vísti góðar taktir.

NSÍ spælir finalu í Eysturoyar Kappingini í morgin kl. 15 móti Víkingi. Undan tí dystinum spæla ÍF og EB/Streymur um 3. plássið. Tann dysturin er kl. 13.

Líknandi tíðindi