AB CUP 2011

AB-Cup 2011

Argja Bóltfelag fer aftur í ár at skipa fyri uttandurakapping í fótbólti fyri yngri deildir, sum ein liður í eini upphiting, áðrenn landskappingin av álvara fer í gongd í vár.

Kappingin, nevnd AB-Cup 2011, verður á vøllinum á Argjum, leygardagin 19. mars 2011.

Tilmeldast kann til hesar deildirnar.

Gentudeildir:                    Dreingjadeildir:

Pinkur                                        Smápiltar

Gentur 10-12 ár                     Piltar

Smágentur 12-14 ár             Smádreingir

Gentur 14-17 ár                     Dreingir

Kappingin verður leikt eftir FSF reglum, uttan hjá Gentur 14-17 og Dreingir.

Pinkur og Smápiltar leika á 30x26m vølli, við 5 leikarar á hvørjum liði, íroknað málmanni. Tað kunnu í mesta lagið vera 3 útskiftarar til hvørt lið.

Gentur 10 -12 ár og Piltar leika á ¼ vølli, við 6 leikarum á hvørjum liði, íroknað málmanni. Tað kunnu í mesta lagið vera 4 útskiftarar til hvørt lið.

Smágentur og Smádreingir leika á hálvum vølli, við 8 leikarum á hvørjum liði, írokna málmanni. Tað kunnu í mesta lagið vera 5 útskiftarar til hvørt lið.

Gentur 14-17 ár og Dreingir leika á hálvum vølli, við 7 leikarum á hvørjum liði, íroknað málmanni. Tað kunnu í mesta lagið vera 5 útskiftarar til hvørt lið.

Vinnandi liðið fær steyp til ognar, umframt at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir handað.

Møguleiki er hjá suðuroyar-liðum at gista í AB-húsinum, men má hetta avtalast frammanundan.

Kostnaðurin fyri hvørt liðið er kr. 400,00 og skal verða rindað áðrenn kappingin byrjar, á konto í Føroya Banka nr. 6460-408.279.8. Havi kvittan við.

Tilmelding er við at senda teldupost á [email protected] ella ringja til Fótbólts- & Trivnaðarnevndina á telefon 257245 (Jónas), 227699 (Niels Chr.) 271930 (Jákup) ella senda fax. á 320292,

í seinasta lagi fríggjakvøldið 11. mars 2011.

Argja Bóltfelag kemur samstundis at hava páskareggja-tombola í AB-húsinum. Eisini verða pylsur, Pop Top, kaffi o.a. at fáa til keyps úr pylsuvogninum.

Líknandi tíðindi