Takk fyri í ár

NSÍ fer hervið at takka so hjartaliga fyri kappingarárið 2011.

Vit vilja takka leikarum og venjarum, viðhaldsfólki, sum so trúliga stuðlar okkum, øllum teimum, sum taka eina hond í í felagnum, sponsorum, sum leggja lunnar undir felagið, fjølmiðlunum, sum varpa ljós á fótbóltin, og annars øllum teimum, sum á einhvønn hátt gera tað gjørligt hjá okkum at takast vit tað, sum okkum dámar allarbest – fótbólt.

Fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd til komandi ár. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll aftur við Løkin í 2012.

Saman standa vit sterk!

Starvsnevndin

Líknandi tíðindi