| |

25-04-13 NSÍ- EB Streymur 2-0

Okkara menn spældu ein fínan dyst við Løkin í dag og tað bleiv til ein tryggan 2 – 0 sigur, sum sagtans kundi verið størri. Teir stríddust væl fyri hvørjumøðrum – vóru tryggir í verjupartinum og álopsparturin var ágangandi og sum heild vóru okkara leikliga omaná at kalla allan dystin.

 

Klæmint var ikki við hesaferð vegna sjúku og í hansara stað spældi Árni í álopinum, meðan Andras kom inn á miðjuna. Einar var inni aftur á vinstra bakki, eftir leikbannið ímóti AB.

 

Okkara menn løgdu seg á odda í 10. minutti. Jonnhard tók langt innkast inn í brotsteigin, har bólturin kom niðurí og støkk uppum ein verjuleikara og í kapping við verjuna var Magnus fyrstur og smekkaði bóltin flatt inn í netið til 1 – 0.

 

Langt var ímillum EB/Streyma álopini, men í 12. min. er tað Hans Pauli Samuelsen, sum roynir seg við langsskoti sum fer væl omanfyri. Løtuna aftaná er tað Einar sum kastar langt innkast frammi í vinstru síðu. Pól Johannus skallar víðari tvørturvið málinum, men ongin fylgir upp.

 

Í 17. min. verður 2 – 0. Aftaná hornaspark, sum kom aftaná gott NSÍ álop, er tað Andy sum sleppur ígjøgnum vinstru megin, men verjan fær blokkerað til horna. Karl sendi bóltin væl og nær innfyri og við handaru stong setir Magnus pannuna undir bóltin og í netið og so er støðan 2 – 0 og tað sær gott út hjá okkara monnum.

 

Í 19. min. er tað Árni sum roynir seg við skoti aftaná horna, men málmaðurin loftar. Tá hálvur tími er farin roynir Árni seg við góðum langskoti, sum René í fullari longd fær beint út til horna. Karl sendir til handaru stong, har Pól Johannus skallar framvið. Løtu seinni fingu sundalagsmenn fríspark, sum bleiv skotið langt omanfyri. Tá um 40. minuttir vóru farnir, var einasta løtan EB/Streymur trýsti NSÍ verjuna – tó uttan at koma til veruligar málmøguleikar. Hetta gav samstundis okkara møguleikan fyri skjótum mótálopum. Eitt av hesum tá 41. min. vóru farnir, við góðum spæli ímillum Jann Martin, Árna og Andy sum skeyt við høgra, men bólturin bleiv skallaður út til horna, sum málmaðurin loftar. Í 44. min. lyftir Karl innum verjuna til Árna, sum skjýtur, men René bjargar og so var hálvleikur.

 

NSÍ-arnir løgdu eisini bragdliga fyri í seinna hálvleiki við ágangandi álopsspæli og spældu seg til nógvar málmøguleikar og vandamiklar støður. Ein av hesum í 53. min. tá Andras kom í heilt góða støðu, men málmaðurin stórbjargaði skotroyndini. Í 57. min. dregur Árni tvørturvið brotsteiginum og skjýtur beint við síðuna av. Løtuna aftaná er tað Jonnhard, sum spælir Jann Martin í høgru. Hann legði innfyri og Magnus bleiv akkurát ov stuttur. Stutt aftaná leggur Árni horna til handaru, Magnus skallar, men verjan er í vegin. Í 68. min. vinnur Jann Martin sær horna, sum Karl skjýtur innfyri og verjan ruddar burtur. Løtu seinni hava vit upplagdar møguleikar í tveimum umførum. Árni dregur ígjøgnum, blívur taklaður og bólturin støkkur til Andy, sum skjýtur í fótin á verjuleikara til horna.

 

Besti møguleikin hjá sundalagsmonnum í seinna hálvleiki kom, tá Gunnar Zachariasen dróg ígjøgnum í vinstru síðu og legði innfyri, men okkara fingu beint út til horna. Í 73. min. dróg Jann Martin ígjøgnum høgru og spældi Magnus, sum lyfti bóltin ímóti handaru stong, men bólturin tók yvirkantin av tvørstongini og fór afturum. Í 74. min. er aftur framúr væl gjøgnumspælt álop, har Árni spældi Jann Martin sum legði inn til Magnus, sum ikki fekk veruligt skot á. Í 75. min. hava sundalagsmenn skot beint á Kristian. Í 79. min. er tað Leif Niclasen, sum roynir seg við skoti omanfyri.

 

Í 83. min. sendir Einar góða sending til Jann Martin, sum leggur innfyri til Árna, sum hegnisliga skjýtur afturum seg við hælinum á málmannin. Í 84. min. vinnur Betuel bóltin á miðjuni – spælir Árna púra leysan, men Árni var tíverri rangstaddur. Í 85. min. er tað EB/Streymaleikari sum skallar og Kristian loftar. Í 86. min. er aftur framúr gott álopsspæl ímillum Karl, Betuel og Andy har skotið blívur blokkerað. Tað sum eftir var av dystinum hendi ikki tað stóra – okkara menn vóru nøgdir og bíðaðu til tíðin var úti.

 

Stutt um dystin kann sigast, at okkara menn sótu á at kalla øllum, frá byrjan til enda og vóru teir í støðum antin neyvari ella valdu aðrar loysnir í álopspartinum, kundu teir fingið fleiri mál afturat – men 3 stig ímóti EB/Streymi er avgjørt nøktandi.

 

Tveir debutantar, Leivur Højgaard og Jákup Andrias Gaardbo, fingu møguleikan á fyrsta sinni fyri bestu deildina í dag. Betuel Hansen – sum eisini kom á vøllin í dag – fekk sína debut ímóti TB í Trongisvági. Til lukku allir tríggir við tí.

 

Næsti dystur verður sunnudagin ímóti HB á heimavølli og heldur liðið fram við somu taktum, er óiva møguleiki fyri einum góðum úrsliti – livst so spyrst.

 

Saman standa vit sterk !

 

NSÍ – EB/Streymur 2 – 0 ( 2-0 )

 

1 – 0 Magnus H. Olsen 10

2 – 0 Magnus H. Olsen 17

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Jonnhard, Pól Johannus, Jens, Einar, Jann Martin (Leivur 89’), Karl, Magnus (Betuel 77’), Andy, og Árni (Jákup Andrias 91’)

Líknandi tíðindi