NSÍ gjørt sáttmála við Michal Przybylski

NSÍ hevur í kvøld skrivað sáttmála við unga póllendingin Michal Przybylski fyri kappingarárið 2014/2015.

Michal ella Mihau, sum vit kalla hann, kom til Føroyar fyri 13 árum síðani.

Fyrstu ungdómsárini var Mihau málverji í fótbólti, men fór síðan út at spæla.

Mihau kom til NSÍ í 2012 og spældi við dreingjaliðnum hjá NSÍ. Skjótt sást at hesin ungi leikarin hevði góð fótbóltsevnir.

Sum ein partur av ungdóms og menningarparti hjá okkara felag, hevur Mihau saman við fleiri øðrum ungum leikarum fingið møguleika at venja saman við EFFO hópinum í ár. Mihau hevur gjørt tað so mikið væl, at vit hava valt at skriva undir sáttmála við hann.

Vit fylgja væl við okkara ungu leikarum, sum er ein partur av konceptinum hjá felag okkara.

Vit ynskja at menna okkara ungu leikarar, so teir einaferð kunnu koma á besta liðið hjá felagnum.

Vit ynskja Mihau hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og góða eydnu framyvir.

NSÍ
Starvsnevndin

Líknandi tíðindi