Felagið

Status: Tilmelding av liðum til BN Cup 2013

Higartil eru tilmeldað 35 lið til kappingina. Flestu tilmeldingarnar eru í aldursbólkunum U-8 dreingir og U-10 dreingir.

Tilmeldingarfreistin er til kl 18.00 í kvøld. Av royndum vita vit at tær flestu tilmeldingarnar koma í dag.

Tey sum ætlað at vera við skulu senda SMS til 779096 ella 223184 við upplýsingum um aldursbólk, liðnavn, kontaktpersón og fartelefon nummar.

Kostnaðurin fyri liðið er 300 kr.

Væntandi spæla teir ymisku aldursbólkarnir í hesi raðfylgju:

U-8 dreingir (kl 08.30-9.30)
U-10 dreingir (kl 09.30-12.00)
U-12 dreingir (kl 13.00-15.00)
U-14 dreingir (kl 15.00-17.00)
U-16 dreingir(kl 17.00-18.00)

Tíðirnar skulu takast við fyrivarni. Talið av liðum í hvørjum aldursbólki er mest avgerandi fyri hvussu raðfylgjan verður.

Tíðirnar fyri nær liðini spæla, fáa tit boð um fríggjadagin fyrrapartin.

Líknandi tíðindi