Ársveitslan 9 nov í skótahúsinum!
Ársveitslan verður 9 novembur í skótahúsinum. Atgongumerkir verða seld í Bókabúðini, og sølan byrjar mánadagin tann 14 oktober. Seinast var útselt til veitsluna, so í ár er at gera skjótt av at keypa atgongumerkir. Freistin at keypa atgongumerkir er 4 novembur.
Prísur er 400,- írokna borðhald og dans.
Bert dansur kostar 150,-.
Húsaorkestrið (Eyðun Gaardbo, Sverri Justinussen og Terji B Vestergaar) spælir undir til felagssangin, og Hilmar Jan kemur at undirhalda.
Søla av leikarablusum verður.
Til dansin koma Jens Marni Hansen og Kim Hansen at spæla.
Vit síggjast 🙂