Felagið

BN Cup 2013: Innandura fótbóltskapping leygardagin 2 februar í Runavík

Ì samstarvi við Bank Nordik, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri innandura fótbóltskapping fyri yngru deildirnar leygardagin 2 februar.

Kappingin er fyri aldursbólkarnir:

Gentur U-8: 7-10 ár (f. 2003-05)
Gentur U-10: 10-12ár (f.2001-02)
Gentur U-14: 12-14 ár (f. 1999-00)
Dreingir U-8: 6-8 ár (f.2005-06)
Dreingir U-10: 8-10 ár (f.2003-04)
Dreingir U-12: 10-12 ár (f.2001-02)
Dreingir U-14: 12-14 ár (f.1999-00)
Dreingir U-16: 14-16 ár (f.1997-98)

Treytin fyri at kapping verður skipað í einum aldursbólki, er at í minsta lagi fýra lið teknað seg.

Ì øllum aldursbólkunum/liðunum uttan í dreingjum U-16, leika 5 leikarar, málverji íroknaður. Í dreingjum U-16 leika 4 leikarar, málverji íroknadur. Loyvt er at hava ein skiftisleikara á hvørjum liði.

Liðini skulu hava egin nøvn, ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Heiðursmerki vera latin til tey liðini sum enda 1,2 og 3 í kappingini fyri hvønn aldursbólk sær.

Tilmelding til kappingina er við at ringja ella senda SMS til fartelefon 779096, 223184 ella 285501.

Seinasta freist fyri at melda til er hósdagin 31 januar kl 18.00.

Kostnaðurin fyri hvørt liðið er 300 kr

Vanliga hava um 70 lið verið við til innandurakappingar sum ungdómsdeildin hjá NSÌ hevur skipað fyri higartil.

Vælkomin til størstu innandurakappingina í fótbólti fyri yngru deildirnar

Líknandi tíðindi