Innandurakapping á Kambsdali leygardagin 23 februar

ÍF-Dreingir u 12 og u 14 skipa fyri innandurakapping fyri yngru deildirnar í ítróttarhøllini á Kambsdali leygardagin tann 23. Februar 2013

Kappingin er deild upp soleiðis:

Gentur: Dreingir:

u 8 (f.2005-2008) u 8 (f.2005-2008)

u 10 (f. 2003-2004) u 10 (f. 2003-2004)

u 12 (f. 2001-2002) u 12 (f. 2001-2002)

u 14 (f. 1999-2000) u 14 (f. 1999-2000)

u 17 (f. 1995-1998) u 16 (f. 1997-1998)

u 18 (f. 1995-1996)

Á hvørjum liði eru 5 leikarar (1 málmaður + 4 útileikarar),+ 1 skiftisleikara, tó spæla gentur u17, dreingir u16 og u18 við 4 útileikarum + 1skiftisleikara

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Kostnaður fyri liðið er kr. 300,- Tilmelding fer fram á

Teldupost: [email protected] og á tlf. 59 02 70 ella 28 44 18

Seinasta freist at melda lið til er mikudagin 20. feb kl. 22.00

Skipað verður fyri straffikapping fyri einstaklingar. Dømi: tá Dreingir U 8 eru lidnir við teirra kapping, byrjar straffikapping fyri Dreingir U 8, osfr.

Tilmelding fer fram á staðnum,kostnaður kr. 30,- fyri hvønn luttakara.

Møguleiki verður at keypa toast, breyð, kaffi/te, sunkist og annað gott.

Skipað verður fyri páskaregg tombola í høllini meðan kappingin er.

B68 – 07 Vestur 3

Líknandi tíðindi