Hilmar Jan hugleiðir: SannuMi’sa Skot og Blikk fyri spælinum

Í ár eru 60 ár liðin, síðani Nes Sóknar Ítróttarfelag var sett á stovn, og tað er longu markerað einaferð við fittari móttøku, har teir tríggir eftirlivandi stovnararnir – Niclas Fold, Jastrid á Roykheyggi og Jóhanna á Bakka – blivu kosnir heiðurslimir í felagnum, sum eisini var væl og virðiliga uppiborið, tí uttan tey var einki. Frammanundan er Sparikassamaðurin heiðurslimur og tað vóru eisini Kem í Bønhúsmørk í Lamba, Niclas í Føroyum og Marni í Rituvík, sum tó allir tríggir eru farnir foldum frá.

 

Sum skilst, er ætlanin at gera enn meira burturúr seinni í ár, tá fótbólturin er liðugur og høvi er at halda eina rimmar veitslu. Tað gjørdi felagið eisini í 2007, tá tað ikki bara var hálva øldin, ið kundi feirast, men so øgiliga nógv aftrat! Ta veitsluna, sum var í ítróttarhøllini fyri hundraðtals gestum, gloyma vit ikki í bræði, og ikki hevði tað verið verri, um minst líka nógv var at feira í heyst…

 

Tað eru altíð nøkur, ið taka stór tøk fyri felagsskapin, og tí er tað eisini deiligt, at ein heiður kann fylgja við. Men hvørki hesi ella onnur, ið gera nógv fyri NSÍ, gera tað fyri at uppnáa at gerast heiðurslimir, tí felagsskapurin er altíð størri enn einstaklingurin, og tað vita tey betur enn nakar. Tí hevur tað eisini borið til at bygt felagið upp, so tað í dag telist millum allarfremstu fótbóltsfeløg í landinum – væl grundfest í góðum og fyrst og fremst egnum jørðildi!

 

Eingin Mýrastjørna

Nú er felagið nøkur ár eldri, enn eg eri sjálvur, og vøllurin kom í grannalagið, tá eg bara var seks-sjey ára gamal, so tað ber illa til at staðfesta annað, enn at hetta umhvørvið hevur verið ein náttúrligur partur av uppvøkstrinum. Tó var eg ongantíð tann stóri fótbóltsspælarin sum smádrongur, hóast løturnar við bólti vóru nógvar – ikki minst niðan fyri húsini, tá eingin var at spæla við, tí eg kundi standa leingi og sparka bóltin tvørtur um vegin niðan ímóti garðinum og so umaftur, tá bólturin var komin yvir um aftur vegin. Um kvøldarnar, tá eg skuldi eitast at vera farin í song, kundi eg fáa tímar at ganga við pinnastillur at hyggja úr vindeyganum oman á vøllin, har menn vandu í sveittabroti.

 

Av og á spældu vit eisini á eini lítlari brekku út fyri niðara horni á garasjuni hjá Ingvald, har tveir steinar í erva og tveir steinar í neðra vóru málini. Minnist, at eg ofta plagdi at spæla við Trygva har, men tað mundi meira vera orsakað av góðum vinarlagi, heldur enn av mínum øgiligu fótbóltsevnum – hóast eg bæði hevði SannuMi’sa Skot og Blikk fyri spælinum. Í badminton, sum vit spældu oman fyri garðin hjá Esther og Ova, var eg tó altíð klárt bestur og vann! Leggjast kann aftrat, at Sparikassamaðurin meiri enn einaferð hevur varpað út um allar geilar, at “Hilmar Jan var eitt lovandi fótbóltstalent, sum ein knæskaði tíverri setti ein stoppara fyri, tá hann var trý ella fýra ára gamal…” So vita tit nú, hví Føroyar ongantíð fingu eina Mýrastjørnu aftrat – fyri ikki um at tala ein Ronaldo ella Messi!

 

Sigast skal tó, at eg einaferð kláraði at fáa ein ektaðan fótbóltsskaða! Tað var ein dagin, vit sparkaðu á asfalteraða hondbóltsvøllinum oman fyri skúlan á Glyvrum, at eg í málinum var so óheppin at taka ímóti einum so mikið hørðum skoti og einum tungum og vátum leðurbólti av eldri dato, at vinstri skøvningur bendist afturav og brotnaði. So var fyrst at fara til doktara og síðani suður á hospitalið, har Hálvdan á Høgabóli tók ímóti og legði ein gipsskinnara á, sum eg mátti ganga við í nakrar vikur. Minnist, at fleiri skrivaðu og teknaðu á gipsið, sum eg so bestemt haldi, at eg goymi enn onkrastaðni.

 

Atletiskt umhvørvi

Fyrstu dystir, eg minnist í Runavík, vóru spældir á stykkinum niðan fyri húsini hjá Salomon, ið tó neyvan tá var stórvegis fjeppari av fótbólti. Hann hevði tað nokk heldur ikki altíð so stuttligt, tí ikki so sjáldan mátti hann skifta rútar, sum brotnaðu – og tað helt hann ikki vera stuttligt at gera. Síðani flutti Salomon til Kollafjarðar, har eg ofta hitti hann til hondbóltsdyst, og í hansara stað flutti nýggjur eigari inn, sum í øllum førum var íðin fótbóltsfjeppari. Tað var Sparikassamaðurin, hvørs kona við sínum framúr grønu fingrum skjótt fekk stykkið niðan fyri húsini at vera sum eina aðra oasu av alskyns vøkstri, og hóast tað bleiv endin á tí vøllinum, vigaði tað ikki sørt upp ímóti, at kjallarin hjá teimum í áravís var einasta tøka skiftingarrúm hjá felagnum.

 

Niðan fyri hjá Elin og Petur Hammer var eitt sindur av eini fløtu, har aðrir dystir vóru á skránni, áðrenn sjálvur fótbóltsvøllurin kom – og kanska aftaná við – og tá vóru tað lokalar fraktiónir undir nøvnum sum RB, RÍF, GB og líknandi, ið brustu saman. Lítið man vera at ivast í, at júst teir dystirnir mundu vera eitt gott grundarlag hjá NSÍ at byrja við, tí tá vøllurin var komin í 1972, gekk bara eitt ár ella so, so hevði NSÍ vunnið sítt fyrsta silvurmerki í dreingjadeildini!

 

Tað, at fótbóltsvøllurin kom, var sjálvandi stórhending fyri plássið, men ætlanirnar hava óivað verið størri, enn tær síggja út nú, tí at byrja við var rennibreyt rundan um allan vøllin. Nakar leikvøllur í frælsum ítrótti bleiv tað tó ongantíð, og eg má erliga viðganga, at eg neyvan heldur havi sæð nakran annan enn Jústinus hjá Leivi við Stein og Paula hjá Hennebeth runnið á breytini, sum nú bara ein lítil farvegur hómast av aftan fyri málið út ímóti Toftavatni. Kanska líka so frægt, tí nú er flott og gott skýli komið í ovaru síðu, og eftir er væl bara at fáa eitt ella annað skapilsi av einum húsi við áskoðaraplássum í niðaru síðu – og hví ikki við glasgólvi, so Løkurin sæst snara sær niðriundir?

 

Keðiliga steypið

Nógvar stórar upplivingar hava verið við Løkin og eisini á útivølli við NSÍ – bæði við og uttan mikrofon. Ikki minst var tað stuttligt at ganga millum spælararnar eftir næstsíðsta dystin í 2007, sum var á heimavølli ímóti VB/Sumba, og ynskja spælarunum tillukku við føroyameistaraheitinum – og teir mestsum allir svaraðu “takk í líka máta!” Tá eg kom til arbeiðis í Útvarpinum dagin eftir, helt Jógvan Arge fyri, at hann og Suni Merkistein høvdu fingið av at vita, um HB var blivið føroyameistari og spælararnir svaraðu teimum aftur upp á sama máta.

 

Í nógv ár hevði NSÍ tann ivasama heiður at vera Føroya fremsta “yo-yo”-lið, tí liðið ongantíð kláraði at halda sær uppi í bestu deildini. Men tað hava tey flestu helst gloymt alt um nú, og 21 ár á rað í bestu deildini fortelja vælsaktans nakað um ein hartvunnan stabilitet! Eg minnist, tá NSÍ flutti upp næstseinast, at tað var á Dungasandi í Sørvági, at Børge B. Hansen, táverandi starvsnevndarlimur í FSF skuldi handa hetta vælsignaða 2. deildarsteypið, sum NSÍ trý ár seinni vann til ognar við árstølunum 1978, 1983, 1990, 1993 og 1996 inngraveraðum. Tá hann helt fyri, at nú fór so at ganga minst eitt ár, áðrenn NSÍ hevði kjans at vinna 2. deild aftur, svaraði onkur í rúgvuni til, at tað passaði ikki, tí 3. deildarliðið var eisini flutt upp!

 

Well, alt í alt hava øll hesi mongu árini ikki verið so galin, og hjá runavíkingum er tað ikki øðrvísi enn hjá so mongum øðrum, at onkuntíð gongur við og onkuntíð ímóti. Úrslitini hava kanska ikki altíð verið har, men tað hava verið øgiliga fá kappingarár, at tað ikki hevur verið vert at hugt at NSÍ, tí fram um mong onnur hevur tað verið felagið við tí vakra fótbóltinum! Onkuntíð kundi tú kanska ynskt tær, at tað var eitt sindur meira primitivt, men eftir nakrar lekrar detaljur frá Árna, Klæminti og hinum, so eru teir tankarnir kveistraðir til viks, tí pílarnir peika rætta vegin og liðið hevur nú í mong ár verið við, har sum tað er stuttligt at vera. Og kanska verður tað innan leingi uppaftur nógv stuttligari eisini!

Líknandi tíðindi