Sera væleydnaður fótbóltsskúli hjá NSÌ

Hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni, skipaði ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri ókeypis fótbóltsskúla fyri yngru deildirnar hjá felagnum.

Til at standa á odda fyri skúlanum, vóru komnir tveir ungdómsvenjarir frá Silkeborg IF í Danmark:  Anders Veller, sum dagliga er U-17 venjari og Jacob Tind sum er U-15 venjari hjá Silkeborg.

Endamálið við fótbóltsskúlanum, var bæði at skapa eitt mennandi og stuttligt tiltak fyri ungu leikarunum og at geva okkara ungdómsvenjarum íblástur til venjingar í gerandisdegnum.

Hósdag,  var skúlin fyri eldru leikarnar; eldru piltarnar, smádreingir, dreingir og gentur 12-14 ár. Anders Veller leiddi dagin og ungdómsvenjarnir hjálptu honum við hesum.

À skránni var teknisk venjing av ymiskum slag, so sum móttøkur, vendingar, avleveringar, driblingar, skot o.l.. Umleið 50 leikarar og 10 venjararir vóru við. Venjing var frá kl 10.0-12.00 og so aftur frá kl 13.30-15.30. Millum kl 12.00 og 13.30 fingu øll suppu og frukt niðari í NSÌ hølunum.

Tá skulin var liðugur, fingu allir leikararnir, luttøkuprógv, vatndunk og t-shirt frá Faxe kondi.

Fríggjadagin var skúlin fyri yngru leikararnar; pinkulingar, pinkur, smápiltar, gentur 10-12 ár og yngru piltarnar. Jacob Tind leiddi dagin saman við okkara ungdósmvenjarum. À skránni vóru venjingar og spøl sum hóskaðu væl til hesar aldursbólkar av leikarum. Jacob dugdi sera væl at fáa tey yngstu við og tey hugnaðu sær óført meðan venjingin fór fram. Umleið 60 leikarir og 10 venjarir vóru við í tiltakinum hendan dagin.

Venjingin var frá kl 10.00-12.00 og so aftur frá kl 13.30-14.30. Millum kl 12.00-13.00 var suppa og frukt. Tá venjingin var liðug, fingu allir leikararnir, luttøkuprógv, vatndunk og t-shirt.

Fríggjakvøldið, høvdu Anders og Jacob, eina framløgu fyri ungdómsvenjarunum, um hvussu man í Silkeborg skipar fyri talentmenningini í felagnum. Umframt okkara venjarar vóru eisini umboð fyri FSF og lýddu á.

Framløgan var sera áhugaverd og uttan iva kunnu vit læra nógv av tí háttinum, sum Silkeborg ger fyri at menna góðar leikarar.

Eftir at skúlan var liåugur, vóru vit øll samd um, at fótbóltsskúlin var sera væleydnaður á allar mátar.

Ætlanin er at endurtaka fótbóltsskúla aftur komandi summar.

At enda vil ungdómsnevndin hjartaliga takka leikarum, venjarum og hjálparfólki fyri at tiltakið eyndaðist so sera væl.

Ein serlig tøkk til Anders og Jacob, sum tóku sær stundir at koma til Runavíkar at leiða skúlan og til Oydis og Sámal Hansen, sum vóru vertir fyri teimum.

Framhaldandi gott summar.

Vinarliga

Ungdómsnevndin hjá NSÌ

Egil Olsen formaður
[nggallery id=170]

Líknandi tíðindi