Javnleikurin kendist sum ein sigur: NSÍ-Fulham 0-0

NSÍ hevur í kvøld leikt málleysan javnleik móti Fulham á Svangaskarði. Talan var um stórt bragd fyri føroyskan fótbólt.

NSÍ megnaði at fáa málleysan javnleik móti Fulham FC á Svangaskarði í kvøld. xxxx fólk høvda leita sær niðan á Svangaskarði fyri at síggja stjørnurnar úr Premier League spæla móti NSÍ. Í fyrra dystinum millum liðini, í London fyri eni viku síðani, vann Fulham trygt 3-0. Tann dagin sóu vit ein góðan innsats frá NSÍ-liðinum, hóast tapið, um illa vildi til, kundi verið enn størri.

So vánirnar í dag vóru eitt sindur blandaðar. Eitt ikki ov stórt tap hevði verið góðkent, men ein møguligur javnleikur tóktist bert at vera ein dreymur, um hugsað verður um fyrra dystin.

Í mun til seinasta dyst vóru Einar og Mamuka við aftur á liðinum, á vinstra bakki og kanti. András vardi málið, Jónhard var á høgra bakki, Helgi og Jens í miðverjuni. Jústinus var defensivur á miðjuni og Heðin og Christian Høgni sentralir. Jann Martin var í høgra borði, og Klæmint einsamallur frammi.

Útiliðið byrjaði við hesi manning: Schwarzer, Briggs, Senderos, Hangeland, Kelly, Greening, Sidwell, Etuhu, Duff, Johnson og Zamora.

Talan var um landsliðsstjørnur og fóru tær beinanvegin í gongd. Duff sendi eitt fríspark við síðuna av í 3. minutti. Zamora høvdaði uppum í 5. minutti, og í 6. minutti trekti Duff inn úr høgru síðu og skjeyt á tvørtræið. Støðið tóktist lagt undir ein langum dysti, har álopini fóru at skola omanyvir heimaliðið.

Men har vóru eisini glottar at hóma fyrstu løtuna. Helgi kam væl í gongd við eini týðandi takling í 4. minutti, og Gango bleiv beinanvegin heitur við nógvum góðum bjargingum frá opnum spæli og frá mongu hornaspørkunum, sum útiliðið fekk.

Vøllurin var tungur, hálur og vátur. Tað tók eina løtu hjá okkara monnum at fóta sær, men gjørdust teir tryggari á beinunum, sum fráleið.

Tað var týðiligt, at okkara menn høvdu lært nakað av fyrra dystinum. Teir stóðu tættari í verjustøðu og gjørdu skjótari av, tá møguleikin at fara fram á vøllin kom. Christian Høgni og Heðin royndu at føra bóltin nakað fram eftir vøllinum, og Mamuka var lívligur í vinstru síðu allan dystin. Tað tóktist ikki at darva hann, at hann leikti móti Premier League leikarum.

Hóast trýstið heilt greitt lá oman móti NSÍ-málinum, vóru fleiri støður, ið kundu givið okkurt. Í 6. minutti vann Christian Høgni bóltin á miðjuni og mundi fingið sent Klæmint avstað móti málinum. NSÍ-trýst í vinstru síðu í 8. minutti endaði við, at Mamuka skjeyt við síðuna av nærmaru stong. Tveir minuttir seinni bjóðaði Mamuka aftur væl av í vinstru síðu, men stikningurin til Christian Høgna rakk ikki sín mann. Einar og Mamuka spældu aftur væl saman í vinstru síðu í 15. minutti og aftur í 19. minutti, men seinasta avleveringin manglaði.

Tað var eingin ivi um, at Fulham var komið eftir sigrinum. Teir vóru sera kvikir eftir okkara monnum, tá vit høvdu bóltin, og tí var trupult hjá okkum at fáa nakað skipað spæl frameftir.

Hjá Fulham var tað serliga Duff, sum var eyðsýndur við sínum kvika fótarbeiði. Hann hevði eitt skot uppum í 15. minutti eftir gott samanspæl við Johnson í teirra høgru síðu. Og í 23. minutti legði Duff bóltin innfyri til Zamora, ið høvdaði uppum.

Mamuka sendi ein høvdara móti Schwarzer í 22. minutti eftir NSÍ-álop í høgru síðu. Sum fráleið linkaði trýstið nakað á okkum og átti Jústinus sín leiklut í hesum við sínum góða stríðsvilja defensivt á miðjuni.

Fulham royndi seg við at lata Duff og Greening býta um síðu, og gav hetta nakrar nýggjar møguleikar. Sidwell skjeyt langt við síðuna av í 34. minutti. András hevði eina góða bjarging frá Johnson, tá hann bleiv leysur við málmanninum í teirra høgru síðu í 35. minutti.

Jens hevði einar tvær aktiónir móti endanum av hálvleikinum. í 36. minutti taklaði hann bóltin væl inni í brotsteiginum. Og løtu seinn fekk hann gula kort fyri at forða einum skjótálopi hjá Fulham úti í teirra høgru síðu.

NSÍ hevði eit gott álop í 42. minutti, har Christian Høgni førdi bóltin frameftir, so langt, at hann næstan kundi roynt seg við skotið. Tíverri varð ragstøða dømd, tá bólturin bleiv spældur væl fram til Jann Martin.

Samanumtikið skuldi NSÍ vera vælnøgt við javnleik í hálvleikinum. Fulham legði øgiliga hart fyri og skaptu nógvar møguleikar. Men í mun til fyrra dystin, hevði NSÍ heldur betri tamarhald á støðuni. Og samstundis komu vit fram til hálvar møguleikar. Verjustøðan var tó útgangsstøðan, og vóru okkar dreingir skjótir aftur uppá pláss, tá teir onkuntíð royndu seg frameftir vøllinum.

NSÍ royndi frá byrjan av seinna hálvleiki at halda eitt sindur meiri uppá bóltin. Í 50. minutti setti Christian Høgni ferð á frameftir, ein góður bóltur varð sendur til Mamuka, men innleggið frá honum eydnaðist ikki rættiliga.

Johnson sendi ein bólt langt uppum í 50. minutti. Duff skjeyt við síðuna av handaru stong í 54. minutti, og Briggs skjeyt við síðuna av nærmaru stong í 58. minutti.

Vøllurin var nú blivin nakað slitin, so leikarar á báðum liðunum høvdu ilt við at standa á beinunum til tíðir. Sidwell fekk gula kort fyri at fella Mamuka í 52. minutti.

Trýstið hesa løtuna frá Fulham var øgiligt. Okkara menn royndu at rudda burtur sum frægast, fyri at fáa okkurt andarúm. Duff vann eitt horna í 62. minutti, sum Einar fekk beint út aftur til horna. Og Helgi fekk takla ein 100% málmøgulieka hjá Johnson í 65. minutti. Zamora høvdaði uppum í 66. minutti, og Duff skjeyt uppum í 71. minutti.

Í eini roynd at seta hol á framdi Fulham fleiri útskiftingar. Nýggj ung bein komu á vøllin, men hóast kvikir, formáddu teir sær ikki so nógv móti verjuni hjá okku, sum nú hevði vant seg við fysiska Premier League stílin. Kerim Frei kom á vøllin fyri Johnson í 72. minutti. Bjørn Helge Riise kom inn fyri Greening í 75. minutti, og Dalla Valle kom inn fyri Duff í 86. minutti.

NSÍ stóð væl seinastu løtuna. Einar hevði eitt skot uppum málið í 73. minutti eftir innkast úr vinstru síðu. Og Klæmint hevði løtu seinni størsta kjansin hjá okkum í dystinum, tá hann gjørdist leysur í vinstru síðu. Hann setti ferð á inn í brotsteigin, men skotið fór dygst framvið handaru stong.

NSÍ framdi eisini nakrar útskiftingar. Debes kom á vøllin fyri Jann Martin í 83. minutti. Árni kom inn fyri Mamuka í 89. minutti, og Petur Pauli kom inn fyri Klæmint í yvirtíðini.

Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, var greitt, at NSÍ hevði framt eitt satt brgad við at megna 0-0 móti Fulham, ið gjørdist nummar 8 í Premier League í ár, og sum fyri bara einum ári síðani tapti finaluna í Europa League kappingini.

Heiðurin fyri avrikið má fara til venjaraparið, Paula og Boga, sum taktiskt dugdu betri enn Martin Jol hendan dystin. Og samstundis mugu allir leikararnir fáa rós fyri ein innsats, ið var nógv størri, enn vit kunnu krevja frá teimum. Teir vóru sera disiplineraðir í verjupartinum, stíddust fyri hvønn annan, og runnu allan dystin á tamb. Tað var eisini stuttligt at síggja, at teir fleiri ferðir royndu at koma fram á vøllin.

Nú fáa okkara leikarar ein væl uppibornan steðg. Næsti dystur er Ólavsøkudag móti HB í Gundadali. Vónandi fylkjast nógvar vespur í Gundadali á Ólavsøku. Spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast í Vodafonekappingini í ár. Vit liggja nummar fýra í løtuni og hanga í oddinum. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at vit bert hava tapt tveir dystir í landskappingini í ár – so tað sær sera spennandi út…

NSÍ-Fulham FC 0-0

NSÍ:
András, Jónhard, Helgi, Jens, Jústinus, Christian Høgni, Heðin, Mamuka (89′ Árni), Jann Martin (83′ Debes), Klæmint (90′ Petur Pauli). Á bonkinum eisini Kristian, Magnus Pauli, Magnus og Andrias.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=166]

Líknandi tíðindi