Eingin venjing hjá U6 í dag – mikudag 6.mai
Vegna veður er venjingin hjá U6 avlýst í dag
Jákup Jakobsen hevur skrivað undir við NSÍ. Sterki stríðsmaðurin av Skála hevur leikt 116 dystir fyri Skála í Betri deildini, og skiftir nú til NSÍ. Vit gleða okkum at síggja Jákup í gulu blusuni í 2020. Vit bjóða Jákupi vælkomnum til NSÍ og ynskja honum bestu eydnu.
< Endamál/innihald: B1 er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Men B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum við eitt nú venjing av yngri børnum. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Evni, sum verða viðgjørd á B1 skeiðinum, eru...
Hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni, skipaði ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri ókeypis fótbóltsskúla fyri yngru deildirnar hjá felagnum. Til at standa á odda fyri skúlanum, vóru komnir tveir ungdómsvenjarir frá Silkeborg IF í Danmark: Anders Veller, sum dagliga er U-17 venjari og Jacob Tind sum er U-15 venjari hjá Silkeborg. Endamálið við fótbóltsskúlanum, var bæði…
2002 Árið 2002 var eitt serligt ár fyri besta liðið hjá NSÍ. Fyri fyrstu ferð síðani 1986 vann felagið steypakappingina, og 2. plássið var fyrsta heiðursmerki hjá NSÍ í bestu deildini. Úrslitið í 2002 er helst skeringspunktið har fótbóltsføroyar byrja at rokna NSÍ seg sum ein natúrligan part av føroyska fótbóltsoddinum. Sum 19 ára…
Niðanfyri eru tær broytingar sum FSF hevur gjørt fyri kappingarárið 2012: Unglingar U18: Aldursmarkið verður lækkað við einum árið. T.v.s. at leikari skal ikki verða fyltur 18 ár, áðrenn 01.januar 2012, men skal verða fyltur 15 ár, fyri at leika lógliga við í lands- og steypakappingini 2012. Dreingir U16: Vøllur og leikaratal óbroytt í mun…
Ongar vørur eru í kurvuni