Betuel Hansen á venjingarlegu í Turkalandi við Silkeborg

Ein av okkara sera evnaríku ungdómsleikarum, Betuel Hansen er í løtuni á venjingarlegu við U-17 elitu liðnum hjá Silkeborg í Turkalandi, har teir m.a. hava spælt móti FC Basel og Grasshoppers í Sveits. Betuel fór úr Føroyum leygardagin í seinastu viku og kemur heimaftur komandi mánadag.

Betuel, sum bert er 15 ára gamal hevur fingið í boði ungdómssáttmála við Silkeborg galdandi frá í summar og tvey ár fram.

Betuel er framrættaður miðvallari, men kann gott spæla á ymiskum plássum á vøllinum. Í Turkalandi hevur hann umframt miðvallarplássið eisini spælt í miðverjuni hjá Silkeborg og tað er hann komin væl frá.

Við sínum framúr góða fótbóltsførleika á øllum, er Betuel ein leikari sum væntandi kann fáa sína debut á Effoliðnum í ár. Hann hevur hóast sín unga aldur spælt fleiri venjingardystir við okkara Effoliði og tað er hann komin sera væl ífrá.

Betuel hevur spælt fleiri landsdystir bæði á føroyska U-15 og U-17 landsliðnum og roknast kann við at hann aftur í ár verður ein av stuðulsleikaranum á U-17 landsliðnum.

Saman við fleiri av okkara ungdómsleikarum hevur Betuel verið við til at vinna ikki minni enn fimm FM meistaraheitir við NSÍ síðan 2007.

Líknandi tíðindi