|

Øssur Dalbúð hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ

So var aftur ein leikari, sum hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Hesuferð er talan um ein royndan leikara, sum nú loksins vendir heim til barndómsfelagið at spæla. Øssur Dalbúð hevur leikt 162 dystir í bestu deildini, og hevur skotið 57 mál hesar dystirnar, so talan er avgjørt um ein málrev, sum vit nú hava gleði av at síggja aftur í gulu blusini.

 

Vit ynskja Øssur Dalbuð hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og fegnast um at tú ert komin aftur til NSÍ.

Líknandi tíðindi