Felagið

Meinhard Olsen til royndarvenjing í Lyngby í Danmark

Ein av okkara evnaríku ungu leikarum Meinhard Olsen, fer hesa vikuna og fyrst í komandi viku, at royndarvenja í Lyngby í Danmark.

Venjingin er komin í lag gjøgnum Pætur Clementsen, sum er hjálparvenjari hjá U-17 dreingjum í Lyngby. Pætur hevur drúgvar venjararoyndir og hevur í fleiri umførum verið venjari hjá føroysku ungdómslandsliðnum.

Meinhard fer at venja hósdagin og  fríggjadagin í hesi vikuni og mánadagin í komandi viku. Týsdagin 23. oktober fær hann møguleika at spæla vinardyst á útivølli móti AB.

Meinhard sum er 15 ára gamal, spældi á U-16 dreingjaliðnum hjá NSÌ í ár, sum jú vann bæði steypa og landskappingina. Hann hevur eisini spælt fleiri dystir við okkara dreingjum U-18 í ár. Umframt hetta hevur hann bæði verið við á føroysku U-15 og U-17 landsliðunum.

Á Faroesoccer heimasíðuni er Meinhard skrásettur fyri 4 NM dystir í  U-17 og 4 EM dystir í U-17.

Heimasíðan ynskir Meinhard góða eydnu við venjingini í Lyngby.

 

Líknandi tíðindi