NSÍ’ari á U17 landsliðnum

Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari hjá U17 landsliðnum hjá monnum, hevur úttikið hópin til UEFA menningarkapping í Albania. Ein NSÍ’ari er millum úttiknu leikarnar, og tað er Beinir Grønagarð.

Beinir Grønagarð er 16 ára gamalur, sonur Elsu Grønagarð og Búgva Johannesen. Ein sera raskur leikari, ið hevur ment seg nógv tey síðstu árini og hevur í ár, umframt at vera partur av U17, eisini partur av menningarliðnum. Hann leikt venjingardystir við næstbesta liðnum og spælt landskappingardyst við U21. Ein spennandi spælari, ið vit gleða okkum at fylgja við framyvir.

Kappingin verður í døgunum 30. apríl til 8. mai í Tirana í Albania. Føroyar er í bólki saman við Aserbadjan, Moldova og vertstjóðini Albania.

Vit ynskja Beinir og hinum í hópinum góða ferð og bestu eydnu!

Líknandi tíðindi