|

Dreingir U-14 leikt seg í steypafinaluna á Tórsvølli

Tað eru mangir leikir í longum talvi. Vegurin til eina steypafinalu er oftast langur, og tí er tað stórt, tá tað eydnast at koma so langt.

Í dýrdarveðrinum á eystanstevnu møttust NSÍ og KÍ í hálvfinaluni. Undan dystinum mundi NSÍ metast sum greiður favorittur at vinna dystin. NSÍ hevur vunnið 21 stig í landskappingini og KÍ 4.

Men steypakapping er nú einaferð steypakapping. Liðini vóru nakað varin at byrja við. Men so smátt tók NSÍ yvir og KÍ royndi seg fyri tað mesta við longum sendingum. Eins og í teimum seinastu dystunum, so skaptu okkara dreingir ikki nóg nógvar vandamiklar støður. Tað verður líka við og næstan. Seinasta avgerðandi sendingin er ikki nóg neyv, og tað er nakað, sum arbeiðast kann við. Ein av orsøkunum man vera, at vøllurin er sera trupul at leika á, tá turt er. Bólturin støkkur heldur enn at rulla. Men nú er nóg mikið við undanførslum.

Tað vóru ikki nógvir málmøguleikar í dystinum. Fragasta royndin í fyrra hálvleiki mundi vera, tá NSÍ leikti seg væl ígjøgnum vinstru síðu og bólturin varð sendur flatt inn fyri málið, har Benjamin royndi seg við skoti. Tíverri fór skotið omanfyri.

Seinni hálvleikur minti um fyrra. Kanska hevði NSÍ bóltin í enn størri mun. Men málmøguleikar vóru ikki gerandiskostur. Men, men. Tað snýr seg ikki um at hava bóltin, tað snýr seg um at skjóta mál. Tá tað restaðu 10 minuttir av seinna hálvleiki løgdu gestirnir seg á odda. Fríspark varð tikið úr høgru síðu og við handara stólpa stóð liðskiparin hjá KÍ púra fríur og stýrdi bóltinum í málið umvegis stongina. Fróir norðoyingar og skelkaðir NSÍarar.

Men tað er skjótt hvønn vegin. Í næsta minuttinum verður bólturin sendur mitt fyri KÍ-málið, har Aron Knudsen stóð. Hann dró til vinstru og smekkaði bóltin í málið. 1-1 og so var líka vítt sum sítt. Í næsta minuttinum var líka við, at NSÍ fór við øllum. Bólturin varð sendur inn fyri málið úr vinstru síðu. Jógvan Højgaard stóð púra klárur og royndi seg við skoti. Men eydnan var ikki við. Bólturin brast á stongina og út aftur í spæl. Nú restaðu 8 minuttir, og NSÍ royndi at trýsta. Onki mál kom afturat, so neyðugt var við umdysti.

Í umdystinum stýrdi NSÍ, men mál kom onki. Tí var neyðugt við brotsparkskapping. At síggja til høvdu norðoyingar sálarligu yvirvágina, og mótið var við at seyra úr NSÍ-viðhaldsfjøldini.

KÍ skuldi skjóta fyrst. Skotið sat dygst úti í høgra borði fyri málmanninum, Petur Sjúrði, men hann var sum ein køttur og møtti meistarliga. Nú var støðið lagt. Pætur fór til bóltin og skoraði. Næstu brotspørkini fóru øll í málið. So brendu okkara dreingir eitt, og so var aftur javnt. Men Petur Sjúrður var ikki nøgdur við støðuna. Næstseinasta brotsparkið hjá KÍ bjargaði hann aftur, og tá so Heðin Nielsen steig fram og smekkaði seinasta sparkið trygt í netið, var greitt, at NSÍ skal leika steypafinalu 24. august á Tórsvølli.

Nú er bert seinasti leikur í hesum talvinum eftir. Okkara vístu í dag, at hóast spælið ikki gongur heilt eftir vild, so eru teir klárir at stríðast allan dystin á tamb. Í dag gav hetta úrslit, og tað ger tað so mangan. Vit gleða okkum til 24. august, og vóna, at NSÍ-viðhaldsfólk møta fjølment.

 

Í finaluni møta okkara dreingir HB sum vann 2-0 á Víkingi.

Teir, sum mannaðu liðið, vóru:
Petur Sjúrður, Rani, Pætur, Kári, Aron, Mórits Heini, Heðin, Benjamin, Sonni, Jógvan, Sjúrður Pauli og Dávid.

Dystarfrásøgn: Dan Lamhauge

Líknandi tíðindi