14 mál og 11 málskjúttar

Talan var at kalla um eitt langt álop frá okkara síðu, tá vit í 1. umfari í steypakappingini 21. apríl fingu vitjan av MB, ið hevur fingið sera tunga byrjan í 2. deild.

Heili 11 málskjúttar vóru til tey 14 málini: Steffan (2), Atli, Jógvan (3), Oddur, Hans Marius, Mamuka, Andri, Teitur, Pætur, Betuel, Beinir.

Vit eru harvið víðari í kappingini um Løgmanssteypið, og skulu í fjórðingsfinaluni møta B68 á Svangaskarði. Dysturin verður mikudagin 10. mai

Líknandi tíðindi