Andras Olsen 60 ár!

Í dag, 30. Juni, fyllir ein av liðleiðarum okkara, Andras Olsen, 60 ár.

Í 22 ár hevur Andras verið runt besta liðið sum liðleiðari, og nógv góð og stuttlig minni eru sprotin burturúr. Millum annað kann nevnast Føroyameistaraheiti í 2007 og vinna steypakappingina, men ikki minst, var Andras partur av besta liðnum, tá ið sonur hansara, Klæmint Andrasson Olsen, gjørdist mest skorðandi leikarin í Føroyum.

Í samband við 60 ára føðingardegnum, vóru umboð frá NSÍ á vitjan á arbeiðsplássinum hjá Andrasi, BBR Service, sum í gjøgnum nógv ár hevur verið ein góður stuðul hjá felagnum. Her fekk hann handað gávu sum tøkk fyri tað góða og trúgva arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið. Frá NSÍ vóru tað formaðurin, stjórin og ítróttarstjórin, ið handaðu. Tillukku við degnum Andras, og NSÍ ynskir tær ein góðan dag, og alt tað besta. Takk fyri títt íkast til NSÍ.

Líknandi tíðindi