Málini hjá kvinnunum
Vit elska øll at síggja mál, og kvinnuliðið hjá okkum hevur fingið nógv mál í ár. Her er ein samandráttur av øllum málunum hjá kvinnunum fram til 17. mai í ár.
Venjarin hjá besta liðnum hjá kvinnum seinastu tvey árini, Poul N. Poulsen, hevur valt at steðga í NSÍ. Sum venjari hevur Poul góð úrslit at vísa á hjá okkum. Í 2021 gjørdust kvinnurnar nummar 2 og vunnu steypakappingina. 2022 byrjaði væl við sigri í stórsteypadystinum, og endaði liðið aftur nummar tvey í landskappingini. Í NSÍ…
Vit fegnast um at tað stundum verður lagt afturat hópinum hjá kvinnunum, nú Jonnhild á Sondum hevur skrivað undir 1 ára sáttmála. Hóast sín unga aldur leikti Jonnhild 20 dystir á besta liðnum síðsta kappingarár og skeyt 3 mál. Hon hevur farna árið eisini umboðað bæði U17 og U19 landsliðini í ár, so einki er…
Rutt H. Gregersen hevur í kvøld fingið 1-ára sáttmála og spælir við Betri kvinnum hjá NSÍ í 2023. Rutt flutti í summarsteðginum í ár úr KÍ til NSÍ, har hon spældi á besta liðnum alla seinnu hálvu. Í 20 dystum er Rutt noterað fyri 7 mál. Vit gleðast um, at hon vil taka enn eitt…
NSÍ hevur teknað tvey kvinnulið á hálvum vølli í ár. Venjingin byrjar vid Løkin í annaðkvøld kl 19.30.
Týsdagin 25. apríl kl. 14 verður flaggdagshald við Skótahúsið við Løkin. Um veðrið ikki er til vildar, verður haldið í Skótahúsinum. Heitt er á øll ítróttarfeløg um at møta við Skúlan við Løkin kl. 13.30, og síðan fer skrúðgongan niðan til Skótahúsið við Løkin, har Bjørt Samuelsen kemur at bera fram røðu. Vónandi síggjast nógvir…
Í kvøld, mánakvøldið 20. feburar, verður aftur skipað fyri hugnaløtu í samband við venjingina á vøllinum. Damurnar í Kiosktoyminum siga, at seinast gekk tað ómetaliga væl, og væl av fólki møtti til løtuna. Í samband við venjingina í kvøld, mánakvøldið 20. februar, bjóða tær tí aftur ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið frá kl. 18….