Allan Dybczak venjari hjá kvinnunum

NSÍ hevur í kvøld gjørt avtalu við Allan Dybczak um at verða høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðinum hjá okkum. 48 ára gamli venjarin var í tvey ár hjá B36 kvinnum, og hevur síðstu 10 árini verið venjari hjá HB, meginpartin av tíðini hjá besta kvinnuliðnum. Talan er tí um ein sera royndan føroyskan venjara, við góðum innliti í føroyskan kvinnufótbólt.

Við einum sterkum venjara og fleiri sáttmálum er hópurin við at fáa eitt spennandi skap. Vit gleða okkum til at síggja hvussu tað fer at gangast.

Vælkomin og blíðan byr við Løkin, Allan!

Líknandi tíðindi