
Líknandi tíðindi

U16: STEYPAVINNARAR
U16 dreingirnir hjá NSÍ eru steypavinnarar! Í einum nervabraki á Tòrsvølli drógu okkara longra stráið og vunnu 2-1 á favorittunum úr B36. FSF gjørdi steypafinalukarmarnar framúr góðar, Tórsvøllur er vorðin ein einastandandi fjálgur leikvøllur og summarveðrið spældi við, tá finalurnar í steypakappingini vórðu leiktar leygardagin. Okkara U16 dreingir skuldu reisa seg aftur eftir tapið móti…

1. deild: Helgi gjørdi comeback!
Tað vóru fín líkindi at spæla í gjár, tá okkara unga 1. deildarlið tók ímóti B71 við Løkin. Allir vóru tó ikki líka ungir. Jens Martin Knudsen hevði nevniliga sent boð eftir veteraninum Helga L. Petersen, tí dystarskráin hjá 1. deild og unglinum er sera krevjandi fyri tíðina. Helgi gjørdi bart longu í 6. minutti, tá…

U18: STEYPAVINNARAR!
Fríggjakvøldið var ársins fyrsta steypafinala leikt. Talan var um finaludystin hjá U18 har NSÍ og HB møttust – enn einaferð. Liðini eru bæði væl mannaði og fleiri Effo-leikarar eru á liðunum. Tí var eisini lagt upp til ein góðan og spennandi dyst í góðveðrinum á Tórsvølli, har karmarnir eru vorðnir so einastandandi góðir. Okkara løgdu…

U10b komu væl frá byrjan
U10b-dreingir hjá NSÍ byrjaðu kappingarárið í dag í Klaksvík. Teir komu væl frá byrjan, og teir spældu væl. Teir vunnu 4 dystir, spældu ein javnt og taptu ein. Liðið: Jonn, Jákup, Alex, Trygvi, Hans, Ragnhard og Jóhannus. Venjarar eru Rógvi Poulsen og Remus. Komandi vikuskifti skal liðið til Vágs at spæla.

U16 bastu aftur Víkingi
Seinasta vikuskiftið vunnu okkara dreingir ein sannførandi sigur á 4-1 móti Víkingi. Hetta var hálvfinalan í steypakappingini, og tryggjaðu teir sær atgongd til finaluna. Leygardagin møttust somu lið á sama stað. Tí kundi ein væntað, at NSÍ fór at vera omaná, tá síðsta bríkslið ljóðaði. Dystir kunnu tó blíva ymiskir. Okkara stýrdu dystinum frá byrjan…

Pub-quiz, syngið við & dansur
Nú leygarkvøldið (í morgin 20. juni) verður pub-quiz, syngið við & dansur (DJ) í hæddini í Saltangará. Byrjað verður við pub-quiz kl. 22.00. Kostnaður: Kr. 100,- fyri kvøldið.