| |

Sterka venjaratoymið er sett!

NSÍ-formaðurin, Karstin Joensen, var greiður í síni røðu á aðalfundinum hjá NSÍ. Frammanfyri omanfyri 100 trúgvum NSÍ-viðhaldsfólkum gjørdi hann greitt, at NSÍ skal endurreisast sum skjótast og á einum tryggum fundamenti.

Ein nýggj nevnd hevur skipað seg, hópurin er við at koma uppá pláss, og venjaratoymið hevur longu verið í gongd eina tíð. Talan er um eitt ógvuliga sterkt venjaratoymi!

Skipari á skútuni er enn sum áður Sámal Erik Hentze, sum er ein av mest royndu og mest vinnandi venjarunum í landinum. Hjálparvenjari er royndi leikarin Jón Krosslá Poulsen, og Jóhan Esmarson Heimustovu er fysiskur venjari. Og so er tað okkum ein sonn gleði at bjóða Símun Rógva Hansen vælafturkomnum til Runavíkar! Símun Rógvi kemur at vera málmansvenjari hjá NSÍ.

Vit hava ein relativt ungan hóp, ið er kryddaður við nøkrum sera góðum royndum leikarum. Við hesum venjaratoyminum hevur NSÍ ein kappingarføran hóp, ið eisini kann mennast næstu árini. Vit eru spent uppá nýggja kappingarárið.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi