Úr Vespuni, Terje B Vestergaard skrivar

“Her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima”

Eg minnist at eg fyri nøkrum árum síðani var í túnatosi, um NSÍ sjálvandi, við einum av leikarunum á besta liðnum.

Ímeðan vit standa og práta ringir telefonin hjá viðkomandi, og eg skilji beinanvegin á lagnum, at í hinum endanum er umboð fyri eitt annað stórfelag í bestu deildini. Samrøðan snýr seg um at fáa yvirtalað leikaran til at “kapitulera” úr gula búnanum og í teirra. Sum samrøðan gongur stendur honum bæði eitt og annað í boði, sum nógvir leikarar vildu havt trupult at takka nei til. Men nei, hann gerst alsamt meira avgjørdur, og takkar siðiliga nei til alt sum verður bjóðað honum. Eg minnist ikki orðarætt hvussu samrøðan endaði, tí hetta er fyri nøkrum árum síðani, men eg haldi meg minnast at niðurstøðan hjá leikaranum var nakað soleiðis: “her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima” – og so varð samrøðan endað siðiliga. Vit báðir prátaðu eina løtu afturat, ímeðan viðkomandi hugagóður helt á fram við sínum dagliga yrki, har hann var í ferð við at tekja eini hús.

Kappingin um toppin í føroyskum fótbólti er harnað øgiligt seinastu árini, og er hetta kappingarárið onki undantak í so máta. Evropeisku milliónirnar hava helst sín stóran týdning í hesum samanhangi, og hóast  meiningarnar eru sera ymiskar um, hvørt hetta er heppið fyri føroyskan fótbólt ella ei, so er hetta ein veruleiki, sum ein má fyrihalda seg til antin so ella so. Her hevur NSÍ ikki ligið á boðunum, men hevur farnu árini veruliga prógvað seg sum eitt topplið í føroyskum fótbólti, og hevur tess vegna fingið sín lut í evropeisku krónunum undanfarnu árini. Hetta hevur verið fult uppiborið, eins og hjá hinum feløgunum, og eru hesar inntøkur løn fyri eitt gott og miðvíst arbeiði, og eru komnar væl við í tunga rakstrinum í vælriknað felagi okkara, NSÍ.

 Tá eg her nevni at felagið er vælrikið, so hugsi eg ikki bert um fíggjarliga partin, men eisini serliga um tað stóra arbeiðið, ið eldsálir, nevnd og sjálvboðin í felagnum hava lagt í at menna og seta við, bæði á gentu -og dreingjaliðunum.

Í føroyska fótbóltsheiminum hevur NSÍ verið ein fyrimynd tá tað kemur til júst hetta, at menna og seta við. Hetta er eisini sjón fyri søgn, um vit hyggja eftir teimum leikarum, sum í dag eru sjónligir uttan fyri landoddarnar, í heimligu kappingini og á landsliðum okkara. Tað er og verður spennandi at fylgja hvørjum einasta av hesum nýggju spírum, sum eru komnir  – og javnan koma undan, nú eisini á gentu -og kvinnusíðuni hjá felagnum.

Tað at leika fótbólt í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, er ikki eitt frítíðarítriv sum fyrr. Tú kanst ikki velja til og frá tá tú hevur hug. Um tú skal vera við í fremstu røð, so krevur tað eina fult tillagaða lívsstílsbroyting umframt at tann tíðin, sum skal leggjast í tað líkist meira og meira einum fultíðaryrki. Hetta setir veruliga einstaka leikaran uppá val, hvørt tey vilja gjalda prísin fyri hetta ella ikki. Við hesum vali fylgir eisini tað, at leikarar mugu hugsa um at fáa nakað burtur úr í egnan part, um hetta skal lata seg gera.  Tað er eisini serliga her, at vit síggja broytingina og munin millum feløgini, kanska týðiligari seinnu árini enn áður, har feløg nú við fíggjarligari orku kunnu keypa sær eitt heilt lið, og harvið eisini eina styrki, ið “yvirmatchar” øll hini feløgini.

Føroyskur fótbóltur er við eitt vegamót! Vit síggja longu nú, og fara komandi tíðina at síggja útlendskar tilstandir í heimligu kappingini, sum helst koma at deila deildina í tveir styrkisbólkar, har kappingin kemur at snúgva seg um at vinna toppin, og at vinna botnin. Sum avleiðing av hesum koma vit eisini at fáa eina ójavna fíggjarliga kappbjóðing um leikararnar.

Av og á kemur spurningurin upp at venda, bæðí í mínum stilla sinni og í fótbóltspráti við onnur, um vit sum NSÍ familja, trúgvir áskoðarar og guliganz skulu til at venja okkum við, at felagið skal til at keypa eitt heilt lið til at vinna meistaraheitir ella steypagull, ella um tíðin er við at vera farin frá, at loyali, trúfasti húsasmiðurin á takinum, sum við knallgula hjartanum takkar nei til gull og grønar skógir, tí “Her havi eg tað gott og her kenni eg meg heima”. Men niðurstøðan er sum oftast greið, at tað er ikki galdandi fyri okkara stolta lið, NSÍ, tí her menna vit, geva møguleikan og seta við, og tað skulu vit halda fram við, eisini um tað kostar okkum eitt meistaraheiti!

Vit skulu, eins og áður, vera stolt av teimum mongu spírunum, sum eru sprotnir í okkara mold, og sum nú eru lyklaleikarar í øðrum feløgum, berandi okkara stolta NSÍ DNA. Tað týdningarmesta er, at vit framhaldandi halda moldina góða til nýggjar spírar at sprota í, so vit tryggja at seta við úr okkara egna framúrskarandi tilfeingi, sum jú eisini er sjón fyri søgn í okkara felag.

Lat okkum, allar NSÍ’arar, eisini kappast um at vísa teimum heiður og virðing, sum sjálvboðin standa fyri og velja at brúka sína tíð uppá teirra stóra arbeiði í felagnum, eisini tá vit eru ósamd ella alt ikki gongur eftir vild. Lat øll sum ein kunna siga, at “ Her havi eg tað gott, her kenni eg meg heima”.

Leikarin eg nevndi í byrjanini kunnu tit sjálvi gita um hvør tað er, er hann nevndur er hann kendur. Hóast fleiri ár eru liðin síðani omanfyri nevndu hending, so finst hann enn í hópinum tá okkara hetjur, allir sum ein trína á heimvøllin við Løkin leygardagin. Eg farið at heita á okkum øll um at “kenna okkum heima og hava tað gott” við Løkin Leygardagin. Hetta er okkara Theater of Dreams, har nýggjar stjørnur verða skaptar. Lat okkum stuðla liðnum alt tað vit kunnu leygardagin, og lat okkara menn merkja stuðulin beint í ryggin, so sigurin kann gerðast søtur móti Víkingi, sum so mangan áður!

Vit eru øll NSÍ.

Líknandi tíðindi