Grein úr Vespuni, Eli Hentze
Tað er langur vegur til Runavíkar, og hann økist…
Lítli smádrongurin hugdi upp á meg við sínum fittu biðjandi rundu hundaeygum, sum bønaðu og bóðu tey um at sleppa undan uppgávuni, ið eg hevði givið honum og hinum dreingjunum á liðnum.
Ein ómøgulig uppgáva at loysa! Ein ferð, ið fór at taka óendaliga langa tíð! Helst hevur smádrongurin hugsað nakað soleiðis!?
Sum so ofta áður helt tíðin ikki, og teir ótolnaðust eftir at sleppa framat at spæla dystin. Og fyri at fáa tíðina at ganga, mælti eg til, at teir fóru ein rennitúr runt vøllin, “kring jørðina”.
Í roknitímunum í skúlanum fáa vit at vita, at óneyðugt er at seta spurningar um, hví t.d. 2+2 er 4. Soleiðis er tað bara. Talsannleikin er absoluttur.
Soleiðis er eisini við avstandi! Avstandurin kring fótbóltsvøllin er so og so langur, ella? Kanska fór roknilærarin skeivur, kanska er talsannleikin ikki absoluttur, og kanska er avstandur ikki absoluttur!?
Havi sum smádrongur verið nakrar ferðir í Runavík og spælt fótbólt. Við bussi til Skopunar, við Rituni til Havnar, við Tróndi inn á Toftir, við bussi til gamla skúlan í Runavíkini, til gongu út á fótbóltsvøllin við Løkin, sum tá var risastórur grúsvøllur, onkuntíð við einum ella fleiri risastórum hyljum, sum vit skulu venda aftur til.
Á ongan hátt upplivdi eg, at tað var ein langur túrur, at gongu/rennitúrurin úr gamla skúla út á grúsvøllin var langur. Fyri hvørt fetið kom eg nærri vøllinum, ið var ímyndin av spæliplássinum, um tað so var í Runavík, á Sandi ella onkra aðrastaðni, sum bar av øllum spæliplássum. Avstandur og tíð høvdu onki at siga!
Sagt verður, at í dag er avstandurin til Runavíkar styttur munandi! Helst er tað so! Tað er skjótt at ganga ein tíma, segði ein kendur maður einaferð.
Lat okkum venda aftur til grúsvøllin og hyljarnar við Løkin fyri gott 40 árum síðani. Teir smáu vallirnir við smáum málum og fáum leikarum á hvørjum liði vóru ikki til, ongin hevði hugsað tankan. Fótbóltsspælið var 11v11 á risastóra vøllinum, um tú so var 9 ára gamal ella 30 ár.
Venjari/leiðari og skiftsleikarar hildu til á síðuni, har áskoðaraskýlið er í dag. Minnist ikki, um nakar bonkur var. Men sjálv heimsarenain er grúsið. Um miðjan vøll í síðuni, sum vendir móti nábúgvanum Toftir, er ein risastórur hylur. Kanska hevði borið til henda dagin at siglt við báti har!
Nógv eru tey, ið munnu kennast við stórskemtaran Jákup Weyhe frá Pipar og Salt. Eisini hann var fótbóltsleikari á yngri árum. Eitt ár yngri enn undirritaði, og tískil hava vit verið liðfelagar einaferð í tíðini. Fótbóltsspælið var nokk ikki yndisspælið, men hann luttók. Kann gita mær til, at hann hevur upplivað avstandirnar eitt vet øðrvísi enn eg, og so er tað líkamikið, hvat roknilærarin segði. Henda dagin á heimsarenaini við Løkin telist Jákup millum teirra, ið mugu taka til takkar við at standa uttanfyri, bíðandi eftir síni stóru løtu at koma á pallin.
Og tá ið løtan upprennur, er Jákup klárur. Men hann noyðist allan tann langa vegin yvirum í hina síðuna, har hann hevur fingið tillutað pláss, og avstandurin var í orðsins rætta týdningi rættiliga langur. Men hann noyðist eisini yvirum ella framvið stóra hylinum, og júst hesin forbidni hylurin fær takið á Jákupi beinanvegin, tí stórskemtarin er óheppin, snávar og fer fram eftir rommum og beint á bláman. Er skjótur á føtur aftur og má taka til takkar við vátari uppliving við Løkin í Runavík. Áni ikki, hvør vann. Minnist bert hesa heilt serligu løtu frá hesum dystinum. Kanska tí hon var so skemtilig. Júst soleiðis sum vit kenna Jákup, tá ið hann hertekur SÍN pall á lívsins hermóti, sum tann framúr dugnaligi sjónleikarin hann er. Fótbóltsleikari bleiv hann so ikki!
Tað er skjótt at ganga ein tíma! Avstandurin millum Sand og Runavík er styttur munandi, og hann verður uppaftur styttri um ikki soo nógvar dagar!
Onkuntíð hevur B71 staðið frammanfyri NSÍ á fótbóltspallinum, men síðstu árini hevur NSÍ og ein partur av føroysku fótbóltsfamiljuni drigið frá B71og øðrum feløgum. Avstandurin er vaksin munandi! Frágreiðingarnar eru helst nógvar, loysnirnar ikki altíð so lættar at fáa eyga á!
Tað verður hildið skilagott áhaldandi at útbyggja føroyska infrakervið, so at avstandirnir styttast. Vit eru nærri hvør øðrum. Hesum taka helst flest allir føroyingar undir við!
Føroyska fótbóltslandslagið hevur síðstu árini gingið aðra leið. Har økist avstandurin. Summi hava tað sum undirritaði, tá ið hann fór til Runavíkar at sparka. Meðan onnur hava tað sum smádrongurin, ið bleiv biðin um at fara túr runt vøllin, “kring jørðina”
Okkara fótbóltsland er somikið lítið, at valla ber til at kaga út í heim fyri at finna loysnirnar. Tær mugu finnast ella uppfinnast á heimajørð. Og talan er bæði um ein strukturellan veruleika, men eisini eins egna lokala veruleika. Ongin kann seta seg hendur í favn og bíða eftir loysnum, men vit kunnu heldur ikki bara loyva “marknaðarkreftunum” at ráða, tí tá er vandi fyri at missa meira enn vit fáa!
Vegurin til Runavíkar styttist, men tað er langur vegur til Runavíkar….og hann økist! Góða eydnu við dystinum í dag NSÍ og bestu eydnu við øllum tykkara virksemi nú og í allari framtíð! Ein heilsan, ið sjálvsagt eisini telur mótstøðulið tykkara í dag eins væl og øll onnur fótbólts og fríðtíðarfeløg runt landið!