Giza innandurakappingin – Koyrikort.fo Cup
KOYRIKORT.FO CUP
Leygardagin 12. Februar skipar Fótbóltsfelagið GIZA í samstarv við Koyrilærarin v/ Benny Eidesgaard fyri innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini.
Kappingin er deild í hesar aldursbólkar:
Pinkur (f. 2001-03)
Gentur (f. 1999-00)
Smágentur (f. 1997-98)
Kvinnur (f. 1996-)
Pinkulingar (f. 2003-04)
Smápiltar (f. 2001-02)
Piltar (f. 1999-00)
Smádreingir (f. 1997-98)
Dreingir (f. 1995-96)
Unglingar (f. 1992-93-94)
Opin bólkur
Í aldursbólkunum dreingir, unglingar og opna bólkinum eru 4 leikarar , málverji íroknaður. Við hinum liðnum leika 5 leikarar, málverji íroknaður. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Í opna bólkinum kann bert vera ein leikari úr Vodafonedeilduni og ein úr 1. Deild á hvørjum liðið.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2, 3 í teimum yngri aldursbólkinum.
Heiðursmerkir og steyp verða latin til nr. 1, 2, 3 í opnabólkinum. Aftraf hesum fær nr. 1 gávukort á kr.
1.000,00, nr. 2 gávukort á kr. 500,00 og nr. gávukort á kr. 250,00 til Glitnir.
Kostnaðurin fyri liðini er kr. 300,00 fyri lið í yngru deildunum, og kr. 500,00 fyri lið í opnabólkinum.
Tilmelding á tlf. 73 74 03 ella 25 64 73 ella [email protected] áðrenn hósdagin 10 februar kl. 20.00.
Fótbóltsfelagið GIZA