U6-dreingir og gentur venja í dag kl. 16.30
Øll áhugað (árgang 2009 og yngri) eru vælkomin at møta við Løkin kl. 16.30 í dag. Vant verður í 60 minuttir.
Møguliga verða tíð og stað broytt seinni, men so fáa tit kunning um tað.
Seinasti dysturin í ár hjá NSÍc varð spældur í Gundadali í dag. NSÍ vann bólkin sera sannførandi! Teir hava skotið 139 mál í ár, ímeðan bara 18 mál eru farin ígjøgnum. Hetta gevur ein málmun á +121 mál, og tað má sigast at vera ótrúliga flott. Venjarar eru Jonhard H. Hansen og Eddie Mikkelsen. Liðformaðurin, Meinhard…
Fyrsti dystur á nýggja graslíkinum verður leiktur í dag. Formaðurin heitir á øll viðhaldsfólk um at møta upp og stuðla liðinum og takkar samstundis Runavíkar kommunu fyri arbeiðið. Kaja Joensen tosar um felagsskapin NSÍ og týdningin av at “SAMAN STANDA VIT STERK!” Leikskráin, TAK NIÐUR
G-13 genturnar sum vóru á venjingarlegu í Vildbjerg í summar komu væl frá byrjan í endaspælinum, við at vinna 2-1 á Giza Hoyvík. Anja Højgaard skoraði bæði málini. Síðani spældu tær ímóti HBb og vunnu 1-0, málskjútti Hanna Fredriksberg. Óførar eru tær, og vit ynskja teimun góða eydnu víðari. Saman standa vit sterk…
A- piltaliðið var í alvorligum gysara seinnrapartin. Tíðliga í morgun taptu vit 3-1 móti Fredriksund, og longu aftur kl 11.20 skuldu vit í eldin aftur. Hesin dysturin var móti ÍF og vunnu vit greiðan sigur 13-0. Kl 16.20 var so finalan um annað plássið og var hesin dysturin móti Bredballe. Bæði liðini høvdu 6 stig,…
Árligi basarurin hjá NSÍ, verður í kantinuni í skúlanum við Løkin leygardagin 25 mai kl 18.00 Tey ið ynskja at stuðla felaginum við at lata lut/lutir kunnu ringja til: Jóna Kristiansen, tlf 504761 Ann Mari Nolan, tlf 266308 Eisini ber til at lata lutir í kantinuni í skúlanum við Løkin frá kl…
Kæra í samband við dystin í kappingini um Løgmanssteypið í millum KÍ- NSÍ NSÍ góðtekur ikki at dysturin verður útsettur og fluttur til týskvøldið tann 20. apríl. Henda avgerðin er tikin av KÍ, uttan at NSÍ hevur góðtikið avgerðina. Kl. 14:09 í dag verður NSÍ spurt (eftir áheitan frá dómaranum Petur Reinert um at fáa leikt…