Føroyska U-17 landsliðið spældi góðan málleysan javnleik móti Finnlandi

Kelda: www.sportal.fo

Føroyska U17 spældi í dag ein góðan dyst í vindinum á niðara vølli í Gundadali móti Finnlandi. Í fyrra hálvleiki hevði Finnland vindin undan og hevði ein risa møguleika, men Elias Rasmussen stórbjargaði. Í seinna hálvleiki vóru Føroyar í løtum omaná og tríggjar ferðir høvdu vit stórar møguleikar.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk føroyska liðið ein mann útvístan. Absalon Eliasen fekk sítt seinna gula kort. Dysturin var á ongan hátt hart spældur og tað var næstan flott at dómarin kláraði at reka ein mann av vøllinum. Føroyska liðið fall ikki í fátt og kempaði víðari. Tvær ferðir er um reppið at føroyska liðið leggur seg á odda, tá ávíkavist John Frederiksen og Jóhannus Bjartalíð verða spældir leysir, men inn vil bólturin ikki.

Føroyska U17 landsliðið hevur spælt tríggjar góðar og javnar dystir í hesi NM kappingini. Hetta er fyrsta stigið, sum er komi til høldar og endar føroyska liðið aftast í bólkinum. Leygardagin kl 11.00 spælir Føroyska U-17 landsliðið plaseringsdyst móti Ìslendska U-17 landsliðnum í Gundadali.

Dystargongd:

80+3.min Dómarin bríkslar fyri seinastu ferð og Føroyar hava fingið sítt fyrsta stig í NM kappingini.
80+1.min Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat. Innskifti Jóannes Bjartalíð hevur stóran møguleika, men finski málverjin klárar akkurát at verja fyri
79.min Jóannes Bjartalíð kemur inn fyri Jógvan á Lag Jacobsen
76.min Føroyar skiftir út. Meinhard Olsen, sum hevur verið sera raskur allan dystin, kemur út. Inn kemur Jóhannus Hansen
75.min Finnland hevur bóltin, men føroyska liðið hóttir í mótálopi
71.min Jógvan á Lag Jacobsen skjýtur eftir horna, men málmaðurin bjargar.
68.min Gult kort til Betuel Hansen
62.min John Frederiksen fer út og inn kemur Steintór Fagradal
61.min John Frederiksen verður sendur avstað móti málinum, men megnar ikki at beina bóltin í málið. Størsti føroyski málmøgulekin í dystinum
57.min Finnland hevur gott innlegg úr høgru, men stútari endar omanfyri málið
54.min Føroyska liðið hevur umskipa seg soleiðis at Jákup F. Hansen nú er farin á vinstra bakk fyri útvísta Absalon Eliasen
50.min Absalon Eliasen fær sítt seinna gula kort. Talan er um eitt bílligt gult kort, sum dómarin ikki var tvingaður at geva. Tíverri, so var hann sera glaður fyri at sleppa at vísa sítt gula kort
48.min Gott føroyskt spæl endar við at Jógvan á Lag Jacobsen leggur innfyri úr høgru, men finska verjan verjur fyri, tá okkara skjóta.
45.min Elias Rasmussen bjargar aftur, tá finnlendingur blívur leysur í okkara brotsteigi.
43.min Føroyska landsliðið hevur onga útskifting gjørt, meðan Finnland hevur skift út tríggjar ferðir í hálvleikinum. Føroyska liðið hevur vindin undan.

Hálvleikur Føroyska liðið hevur ikki staðið nógv aftanfyri finska mótstøðuliðið og tað í nógvum mótvindi. Finnland hevur havt størsta møguleikan, tá ein finskur framherji gjørdist púra leysur, men Elias Rasmussen í málinum stórbjargaði. Føroyska liðið fær nú vindin undan í seinna hálvleiki, men tað nýtist ikki bara verða ein fyrimunur. Finska liðið hevur fleiri ferðir roynt at spælt bóltin gjøgnum føroysku verjuna, men ein blanding av óneyvleika og nógva vindinum hevur gjørt at bólturin er farin um baklinjuna.

40.minFøroyska liðið hevur havt upptakt til einar tveir møguleikar móti endanum av fyrra hálvleiki, men seinasta avleveringin er ikki komin fram
35.minElias Rasmussen stórbjargar í føroyska málinum, tá finnlendingur gerst púra leysur
32.min Absalon Eliasen og ein finni fingu hvør sítt gult kort eftir samanbrest mitt á vøllinum
26.min Hákun Edmundsson fær gult kort
25.min Føroyski málmaðurin er um at blíva snýttur av nógva vindinum, men fær vippað innleggið uppum
20.min Finnland heldur fram at trýst undan vindinum, men føroyska verjan stendur sterk
12.minFøroyar hevur vindin ímóti í fyrra hálvleiki og eftir eina fína byrjan hevur Finnland tikið yvir eina løtu
3.min Føroyar hevur fyrsta málmøguleikan, men finska verjan fær ruddað vekk inni í fimm metrinum

HAGTØL:

Føroyar – Finnland 0-0 (Liðugt)

Føroyar U17: 4-1-4-1
Elias Rasmussen – Benjamin Heinesen, Leivur Højgaard, Dánjal Godtfred, Absalon Eliasen – Jákup F. Hansen – Jógvan A. á Lag Jacobsen, Betuel Hansen, Hákun Edmundsson, Meinhard Olsen – John Frederiksen

Á bonkinum:
Jóannes Bjartalíð, Aron Clementsen, Steintór Fagradal, Jóhannus Hansen, Emil R. Madsen, Dan í Soylu og Levi Jøkladal

Liðmynd: Afv. Hákun (6), Jon (9), Jákup (14), Dánjal (4), Meinhard (11) og Benjamin (2) Ffv. Absalon (3), Betuel (8), Elias (1), Leivur (5), Jógvan (7)

FSF matchdata:

 

Competition:
Under 17 Nordic Tournament 2012

Date:
09-08-2012

Kick off:
14:00

Stadion:
Gundadalur, Tórshavn
______________________________________________________________________________
FAROE ISLANDS
1. Elias Rasmussen (GK)
2. Banjamin Heinesen
3. Absalon Eliasen
4. Dánjal Godtfred
5. Leivur Højgaard
6. Hákun Edmundsson (CAP)
7. Jógvan A. á Lað Jacobsen
8. Beteul Hansen
9. John Frederiksen
11. Meinhard Olsen
14. Jákup Finnsson Hansen

Substitutions:
61. min. >> 13. Steintór Fagradal >> 9. John Frederiksen
77. min. >> 15. Jóhannus Hansen >> 11. Meinhard Olsen
79. min. >> 10. Jóannes Bjartalíð >> 7. Jógvan A. á Lað Jacobsen

Not used:
16. Emil Rom Madsen (GK)
12. Aron Clementsen
17. Dan í Soylu
18. Levi Jøkladal

Card:
28. min.  6. Hákun Edmundsson
33. min.  3. Absalon Eliasen
50. min.   3. Absalon Eliasen
67. min.  8. Beteul Hansen

Head Coach:
Áki Johansen
______________________________________________________________________________
FINLAND
1. Lauri Jylha (GK)
3. Aleksi Ojanpera
4. Alex Lehtinen (CAP)
7. Sebastian Dahlstrøm
8. Joonas Vahtera
10. Oskari Jakonen
11. Onuray Køse
15. Fredrik Lassas
16. Jaakko Oksanen
17. Juuso Kemppainen
18. Juha-Pekka Jaaskelainen

Substitutions:
41. min. >> 2. Niklas Friberg >> 17. Juuso Kemppainen
41. min. >> 5. Miika Suhonen >> 8. Joonas Vahtera
41. min. >> 13. Eetu Raisanen >> 7. Sebastian Dahlstrøm
63. min. >> 9. Rami Ojanpera >> 10. Oskari Jakonen

Not used:
12. Miikka Mujunen (GK)
6. Joonas Rantala
14. Fredrik Jensen

Card:
25. min.  7. Sebastian Dahlstrøm
33. min.  18. Juha-Pekka Jaaskelainen

Head Coach:
Makela Ilkka
______________________________________________________________________________
REFEREES

Referee:
Thordur Gylfason (ICE)

Líknandi tíðindi