U-17 landsliðið vann á Íslandi eftir brotsparkskapping

Kelda: www.sportal.fo

Gundadalur: Føroyar U17 – Ísland 6-5 (1-1) –

Í 7. minutti stútaði John Frederiksen (Brøndby) bóltin í íslendska málið.

Í27. minutti javnaði Sámuel Kári Fríðjónsson við einum góðum stútara. Føroyar var betri við fyrru helvt av fyrra hálvleiki, meðan Ísland var betur í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, og vóru gestirnir nærri við 2-1 enn okkara U17 landslið.

55 minuttir farnir. Ìslendingar høvdu eina roynd á yvirleggjaran í 52. minutti. Emil R. Madsen (Frederikshavn) í føroyska málinum hevur eisini havt nakrar rimmar bjargingar.

Føroyska liðið var betri við ímóti dystarenda, og hevði onkran góðan málmøguleika.

Dysturin endaði við brotssparkskapping, og har vann føroyska liðið 5-4, og gjørdist sostatt nummar 7 í NM kappingini. Fyrsti íslendski skjúttin, Alexander Helgi Sigurðsson slapp enntá at skjóta tvær ferðir. Emil R. Madsen vardi fyri fyrra brotssparkinum. Men finski dómarin metti, at tann frálíki ungi málverjin tveitti seg ov tíðliga.

Hagtalsliga hevur føroyska U17 landsliðið fingið tveir javnleikir í hesari kappingini. 0-0 ímóti Finnlandi og 1-1 ímóti Íslandi.

Liðbyrjan: Emil, Benjamin, Dánjal, Leivur, Jákup, Hákun, Betuel, Jóannes (Steintór), Jógvan (Aron) , Meinhard og John (Jóhannes)

MYND: U-17 landsliðið 2012.

Afv. Kaj Niclasen málmansvenjari, Levi Jøkladal (ÌF), Jógvan á Lað Jacobsen (FCK), Hákun Edmundsson (B68), Leivur Højgaard (NSÌ), Dánjal Godtfred (FC Suðuroy), Jóhannus Hansen (NSÌ), Benjamin Heinesen (B71), Jon Frederiksen (Brøndby) og Àki Johansen venjari.

Ffv. Pól F. Joensen venjari, Emil R. Madsen (Frederikshavn), Betuel Hansen (NSÌ), Steintór Fagradal (B71), Absalon Eliasen (Randers Freja), Aron Clementsen (B71), Dan í Soylu (B71), Jóannes Bjartalíð (KÌ), Meinhard Olsen (NSÌ), Elias Rasmussen (Víkingur) og Pætur Joensen (maskott). À myndini vanta Andras Thomasen liðleiðari og Fanny Kruse vøddamýkjari.

Fýra leikarar hava umboðað NSÍ á U-17  landsliðnum og hava allir gjørt tað sera gott. Talan er um Leivur Højgaard verjuleikara, Betuel Hansen miðvallara, Meinhard Olsen og Jóhannus Hansen framherjar.

Líknandi tíðindi