Aftur eitt tepurt tap: U-17 Føroyar – Norra: 0-1

Í Havn skuldi føroyska U17-liðið royna seg ímóti Norra, og tað var eisini nær við at føroyingarnir fingu úrtøku burtur úr. Men dysturin endaði 1-0 til Norra, sum í 52. minutti skoraði einsamalla málið við brotssparki.

U17 landsliðið var væl við allar 80 minuttirnar, men teir taptu upp á eitt brotsspark, sum væl kundi verið sloppið undan. Tólv minuttir inn í seinna hálvleik kundi og skuldi føroyska verjan havt ruddað vekk, men bólturin endaði aftur inn í brotsteiginum, har ein føroyskur verjuleikari í eini roynd at verja fyri óneyðugt koyrdi ein norðmann umkoll.

Dystargongdin:

Liðugt: Føroyar hevði eina roynd á norska málið við seinasta skotinum í dystinum, men norski málmaðurin bjargaði.

79.min Føroyar skifta út. Út fara Jógvan á Lag Jacobsen og Meinhard Olsen og inn koma Dan í Soylu og Levi Jøkladal.

74.min Norra hevur yvirtikið spælið og trýstir føroyska liðið langt aftur á vøllin. Verjan stendur sterk og megnar fyribils at rudda vekk.

68.min Føroyar hava havt tvey fríspørk, sum Hákun Edmundsson hevur sent væl innfyri, men norski málverjin vardi væl fyri.

60.min Føroyar roynir at fáa útjavnandi málið, men gestirnir eru vandamiklir upp á mótláop.

56.min Norra bjargar á strikuni. Hákun Edmundsson stútar eftir hornaspark. Føroyar hevureisini gjørt eina útskifting afturat. Inn kom Jon Frederiksen og út fór Jóannes Bjartalíð.

52.min Mááállllll  0-1: Norra hevur lagt seg á odda við brotssparki. Føroyska landsliðið megnaði ikki at rudda vekk og so bleiv ein normaður feldur í brotsteiginum. Tað var um reppið at Elias Rasmussen bjargaði.

50.min Føroyar ger eina útskifting. Út fer Jóhannus Hansen og inn kemur Steintór Fagradal.

45.min Norra hevur takið á spælinum, men Elias Rasmussen stendur stinnur í føroyska málinum.

41.min Norra ger tvær útskiftingar í hálvleikinum. Út fara Tor Andre S. Aasheim og Joachim Bjånesøy og inn koma Iver Fossum og Zymer Bytyqi. Føroyska liðið hevur onga útskifting gjørt.

Hálvleikur: Føroyska landsliðið hevur verið væl við í fyrra hálvleiki og havt tríggjar góðar royndir á norska málið. Sum hálvleikurin gekk, so kom norska liðið betri og betri við. Betuel Hansen mátti fara av vøllinum við skaða aftaná ein hálvtíma. Í hansara stað kom Aron Clementsen.

37.min Framvegis málleyst í Gundadali. Føroyska landsliðið er væl við.

32.min Út Betuel Hansen – Inn Aron Clementsen

Hin dysturin í bólki A í NM-kappingini var eisini spældur í dag. Í Gundadali vann Ongland 4-2 á Finnlandi.

Triðja umfar í NM-kappingini í bólki A, verður spælt hósdagin. Klokkan 14 spælir føroyska U17-landsliðið ímóti Finnlandi. Hesin dystur verður spældur á Argjum. Og samstundis hittast Ongland og Noreg á Ovara Vølli í Gundadali

 

HAGTØL:

Føroyar U-17 – Norra: 0-1 (0-0) Harald Holter, 52 (br)

Føroyar 4-1-4-1: Elias Rasmussen – Benjamin Heinesen, Leivur Højgaard, Hákun Edmundsson, Absalon Eliasen – Jógvan A. á Lag Jacobsen(Dan í Soylu 79.min) – Betuel Hansen(Aron Clementsen 32.min), Jákup F. Hansen, Meinhard Olsen, Jóannes Bjartalíð(John Frederiksen 55.min) – Jóhannus Hansen(Steintór Fagradal 50.min)

Á bonkinum: Dánjal Godtfred, Emil R. Madsen, og Levi Jøkladal

 

Norra 4-1-4-1: Per Kristian W. Bråtveit – Ola Lønn Jenssen, Ulrik Y. Jensen, Ivan Nasberg, Rasmus L. Martinsen – Harald Holter – Tor Andre S. Aasheim(Iver Fossum 41.min), Joachim Eriksen, Elias Skogvoll, Joachim Bjånesøy(Zymer Bytyqi 41.min) – Jan T. Aboubacar

Á bonkinum: Sondre løvseth Rossbach, Simen Olafsen, Morten Thorsby, Sakor Vajebah, Morten Å. Konradsen.

——————

Hagtøl (FSF):

Competition: Under 17 Nordic Tournament 2012
Date: 07-08-2012
Kick off: 18:00
Stadion: Gundadalur, Tórshavn

Norway vs Faroe Islands 1-0 (0-0) 1-0: Harald Holter, 53. min. (pen.)

NORWAY 12. Per Kristian W. Bråtveit (GK) (CAP) 2. Ola Lønn Jenssen 3. Rasmus Levin Martinsen 4. Ulrik Y. Jenssen 5. Ivan Nasberg 9. Harald Holter 13. Jan Tidjani Aboubacar 14. Tor Andre S. Aasheim 15. Joachim Bjånesøy 17. Elias Skogvoll 18. Joachim Eriksen

Substitutions: 41. min. >> 8. Iver Fossum >> 15. Joachim Bjånesøy 41. min. >> 11. Zymer Bytyqi >> 14. Tor Andre S. Aasheim 58. min. >> 16. Morten Ågnes Konradsen >> 18. Joachim Eriksen 58. min. >> 7. Morten Thorsby >> 17. Elias Skogvoll

Not used: 1. Sondre L. Rossbach (GK) 6. Simen Olafsen 10. Sakor Vajebah

Card: 67. min. 13. Jan Tidjani Aboubacar

Head Coach: Bård Flovik

 

FAROE ISLANDS 1. Elias Rasmussen (GK) 2. Benjamin Heinesen 3. Absalon Eliasen 5. Leivur Højgaard 6. Hákun Edmundsson (CAP) 7. Jógvan A. á Lað Jacobsen 8. Beteul Hansen 10. Jóannes Bjartalíð 11. Meinhard Olsen 14. Jákup F. Hansen 15. Jóhannus Hansen

Substitutions: 33. min. >> 12. Aron Clementsen >> 8. Beteul Hansen 50. min. >> 13. Steintór Fagradal >> 15. Jóhannus Hansen 53. min. >> 9. John Frederiksen >> 10. Jóannes Bjartalíð 79. min. >> 17. Dan í Soylu >> 7. Jógvan A. á Lað Jacobsen 80. min. >> 18. Levi Jøkladal >> 11. Meinhard Olsen

Not used: 16. Emil Rom Madsen (GK) 4. Dánjal Godtfred

Card: 33. min. 2. Benjamin Heinesen 52. min. 6. Hákun Edmundsson

Head Coach: Áki Johansen

Referee: Marko Grønholm

Assistant no. 1: Olli Juntanen

Assistant no. 2: Adolf Andersen

Fourth Official: Thordur Mar Gylfason

Observer: Lassin Isaksen

 

KELDUR. www.sportal.fo  og www.fsf.fo

LIÐMYND: Afv. Benjamin Heinesen (nr 2), Jákup F. Hansen (nr 14), Meinhard Olsen (nr 11), Jógvan á Lað Jacobsen (nr 7) Absalon Eliasen (nr 3) og Hákun Edmundsson (nr 6). Ffv. Leivur Højgaard (nr 5), Betuel Hansen (nr 8), Elias Rasmussen (nr 1), Jóhannes Hansen (15) og Jóannes Bjartalíð (10)

Líknandi tíðindi