Felagið

Menningarleisturin heldur fram í komandi kappingarári

Farna kappingarár varð avgjørt at byrja við einum nýggjum venjingar og dystarleisti í felagnum. Hesin leistur fekk navnið “Menningarliðini”.

Innihaldið í hesum var at teir sum skuldu leika við 2 deildarliðnum, skuldu vera ungir leikarar sum ein metti høvdu potensiali at røkka besta liðnum hjá felagnum innan rímuliga tíð.

Hesin leisturin riggaði somikið væl at menningarliðið (2 deild) tryggjaði sær uppflyting í 1 deild í 2014.

Nú verður leisturin við menningarliðunum víðkaður, soleiðis at skilja at nú umfatar menningarliðini, 1 deild, 3 deild A og dreingir U-18. Hetta eru leikarar sum í meðal eru 18 ár.

Teir sum koma at taka sær av menningarliðunum í 2014 eru:

Venjarar: Egil Olsen, Sámal Hansen og Tummas Eivind Hansen

Liðleiðarar: Johnny Lamhauge, Niclas Højgaard og Kjartan Jacobsen.

Tekniski hópurin kemur at arbeiða tætt saman við høvuðsvenjaranum í felagnum.

Venjingin byrjar longu í næstu viku tá styrkisvenjingin fer í gongd.

Líknandi tíðindi