Betri-liðini | Felagið

Torbjørn skrivar: ‘Nú gongur toran í so nær’

Einaferð Johan lærarin á Toftum var á gátt hjá Arnholdi á Kvíggjarheyggi, ein dagin um døgverðamáli, siga teir í lurtinum frá andláti av manni, ið var um sama aldur sum Johan. Tá letur í honum: “Nú gongur toran í so nær.” Í dag hóskar hendan útsøgnin á fleiri mótum, og heldur í meira lagi hjá onkrum.

Dysturin í dag er í grundini fyrsta veruliga markamót, sum bæði liðini stoyta seg ímóti. Mong vóru ræðslusligin, eftir at NSÍ mátti lúta fyri HB í ársins fyrsta dysti. Spurnartekn vórðu sett við broytta leikstílin og uppstillingina, ja, eisini við nýggja venjaran, – tað var kanska ikki kreppa, men ótti var í minsta lagi um tað, sum kanska lá frammi í tíðini sum ein kjaftfiskur. Dystirnir síðani hava vónandi prógvað, at hesin dysturin bara var ein einligur svipsari, tí síðani hevur tað gingið sum eftir ánni. Mótstøðan eftir hetta er kortini komin frá tí lakara endanum, tí verður hesin dysturin lakmusroyndin sum staðfestir, um NSÍ-liðið heldur fyri so nógvum trýsti, at tað kann gerast føroyameistari á øðrum sinni nakrantíð. Mest spennandi verður at fylgja defensivinum, um hann heldur fyri trýstinum úr somu sferu ella ovari.

Samskotið úr Eysturkommunu, hinumegin Gøtueiði, Víkingur, vitjar á Mýrunum ídag. Í fleiri ár hava ambitiónirnar eftir øllum at døma verið væl størri enn evnini. Frá kappingarbyrjan hava teir ár um ár verið ivaleysir um eina oddastøðu, men tað hevur ikki rokkið, og fyri hesum hava nakrir steypasigrar kompenserað – ringastu snuddirnir vóru lektir og snákaðir. Tað er og verður ikki nógmikið í ár. Liðið er somikið “gamalt”, teir hava spælt somikið leingi saman, at verður tað ikki í ár, at meistaraskapurin endar í Sarpugerði, so kunnu nógv ár fara at ganga áðrenn Víkingur gerst føroyameistari í fótbólti.

Hóast lítið er fráliðið í kappingini, er hendan løtan við Løkin ein royndarstund hjá báðum liðum. Ongin ivast í, at HB hevur hespað 16 stig á snælduna, tá vikuskiftið er farið aftur um bak. Vinnur heimaliðið NSÍ ídag, liggur liðið éitt stig frá oddinum, meðan víkingarnir eru dragnaðir 7 stig frá oddastøðuni, og tá er byrjanin næstan líka katastrofal sum árini frammanundan. Vinnur Víkingur hinvegin, sær betri út hjá teimum, og NSÍ fær eina álvarsliga skeinu í lakki, serliga sálarliga, í mun sterkaru liðini í deildini, sum teir annars eiga dygdina til at vera ein partur av.

Tað spyrst um livst hvussu leikur fer, ein grannauppgerð eigur altíð í sær meira av krúti enn aðrir dystir, og kanska er tað ein orsøkin til, at meistaraheitini so sjáldan enda í Eysturoynni, hon er næstan ov væl umboðað í EFFO-deildini, liðini stríðast meiri sum úlvar á skóg fyri at basa grannunum, heldur enn liðunum fyri eystan, vestan og sunnan í Føroyum.

Jóannes Jakobsen metti í FSF-varpinum hetta kvøldið, at NSÍ vinnur dystin 2-1. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur í sama varpi mett, at NSÍ verður føroyameistari í 2016, at HB gerst no. 2 og at Víkingur verður no. 3, táið fótbóltsárið er liðugt. Hesin dysturin kann geva eina ábending um, um hetta gitið heldur.

Hjá einum samleikakloyvdum individi gerast ávísar støður og løtur truplar. Man veit at tær koma við ávísum millumrúmum, og júst hesin dysturin hevur í mong ár verið ein av teimum, har toran hevur gingið í so nær. Markamótini eru fleiri. Tað er ikki bara lætt at vera loysingarmaður føddur í Danmørk, og ofta er tað uppaftur truplari at vera glyvramaður uppvaksin í Syðrugøtu. Einasti sálarligi uggin er, at onnur eru orsøkin til hendan knútin, og kærleikans órannsakiligu vegir fekk eg ikki stjórna áðrenn eg var føddur.

Hasin hálvi glyvra- og gøtumaðurin, sum fæst við at stjórna kommununi, tað sum eftir er av árinum og valskeiðnum, kann liva við einum javnleiki, men borgarstjórin í Runavíkar kommunu kann ikki liva við øðrum enn einum heimasigri til NSÍ, sum er alneyðugur, skal spádómurin um næsta føroyameistaraheitið – vunnið í hesum árinum – yvirhøvur ganga út.

Góðan dyst.

(skrivað hevur borgarstjórin Torbjørn Jacobsen)

Líknandi tíðindi