Ferðafrásøgn: U-12 dreingir Århus Football Festival 2012

Ferðafrásøgn: Sonni L. Petersen

Eftir fimm sera góðar fótbóltsdagar í Århus, er kappingin hjá NSÍ-piltunum komin at enda.

NSÍ2 legði út við at spæla móti einum liði úr Barcelona. Talan er um Elite Team Football Catalunya, ið er eitt av liðunum, ið uppalir fótbóltsleikarar til FC Barcelona. Teir vóru gott nokk eitt ár yngri enn okkara, men hinvegin ógvuliga góðir. Hóast sín unga aldur hava fleiri av teimum yrkissáttmálar, og er talan sostatt partvíst um løntar spælarar. NSÍ2 tapti dystin 12-0, men teir vóru glaðir fyri at hava spælt ímóti onkrum komandi Barcelona-leikara.

NSÍ2 vann sín næsta dyst í bólkaspælinum. Tað var ímóti HB4. Eftir gott uppspæl skoraði Jógvan Petersen einasta málið í dystinum, og sostatt var sigurin heima.

NSÍ1 vunnu allar dystirnar í sínum bólki. Niðast kunnu tit síggja øll úrslit og málskjúttar. Tann truplasti dysturin var tann fyrsti ímóti norska HamKam. Men vit kláraðu akkurát at halda tætt móti endanum við eini sera góðari bjargin frá Martin Danielsen, og sostatt var 3-2 sigurin veruleiki.

NSÍ1 spældi ímóti Elite Team Football Catalunya í semifinaluni, og taptu teir 3-1. Teir kempaðu óført, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki skallaði Sølvi Sigvardsen bóltin í málið. Hetta var tá tað fyrsta málið, ið var skorað móti hesum liðnum. Tá var stór frøi á øllum leikarunum, og ikki minst á mongu áskoðarunum. Ferðalagið íalt taldi 82 fólk, og hartil var onnur familja eisini til staðar. Men at enda var orkan uppi, og barcelonadreingirnir fingu tvey mál í seinna hálvleiki.

NSÍ2 spældi plaseringsdyst móti Viby. Teir taptu 1-0, men kempaðu ótrúliga væl allan dystin. Tættast uppá javnleikin komu teir, tá Hans Marius smekkaði til, og bólturin brast í stongina. Teir møttu alla tíðina sterkari mótstøðu, men innsatsurin manglaði ongantíð.

Alt NSÍ-ferðalagið sá við stórum spenningi fram til seinasta dystin hjá NSÍ1. Teir skuldu spæla um bronsuna. Til tíðir pressaði FC Aarhus ógvuliga nógv á okkara mál, men vit vardu sera væl, og kastaðu okkum í taklingar. Jógvan Højgaard legði okkum á odda í fyrra hálvleiki, og við góðum verjuspæli hildu vit tætt, soleiðis at farið varð til hálvleiks við eini 1-0 leiðslu. FC Aarhus javnaði, og síðani tóku okkara dreingir eitt sindur meira yvir aftur.

Tá eini 5 minuttir vóru eftir av dystinum, avgjørdi Sjúrður Pauli Nielsen dystin við einum dundrandi langskoti. Bólturin brast í stongina og inn, og eini 80 áskoðarar hoppaðu av gleði. Og bæði á og uttanfyri vøllin var spenningurin nú sera stórur. Teir hildu tætt, og vunnu dystin.

Uttanfyri vøllin var tað eisini sera hugnaligt í góðveðrinum. Vit hava verið í Djurs Sommerland, Tivoli, Lalandia og Legolandi. Alt í alt ein super túrur hjá U12 hjá NSÍ.

Bólkaspælið hjá NSÍ1:

NSÍ1 – HamKam 3-2
1-0 Steffan
2-0 Jóhannus
2-1 HamKam
3-1 Pætur
3-2 HamKam

NSÍ1 – HB3 12-0
1-0 Steffan
2-0 Steffan
3-0 Steffan
4-0 Steffan
5-0 Steffan
6-0 Sølvi
7-0 Sølvi
8-0 Pætur
9-0 Jóhannus
10-0 Jóhannus
11-0 Jóhannus
12-0 Sølvi

NSÍ1 – Viby 5-0
1-0 Steffan
2-0 Steffan
3-0 Jógvan
4-0 Jógvan
5-0 Pætur

Semifinala:

NSÍ1 – Elite Football Team Catalunya 1-3
0-1 Catalunya
1-1 Sølvi
1-2 Catalunya
1-3 Catalunya

Bronsudystur:
NSÍ1 – FC Aarhus 2-1
1-0 Jógvan
1-1 FC Aarhus
2-1 Sjúrður Pauli

Bólkaspælið hjá NSÍ2:

NSÍ2 – Elite Football Team Catalunya 0-12

NSÍ2 – HB4 1-0

1-0 Jógvan Petersen

NSÍ2 – TB 0-4

Plaseringsdystir:

Viby – NSÍ2 1-0

HB2 – NSÍ2 8-0

Líknandi tíðindi