Í finaluna av Eysturoyarkappingini: NSÍ-B68 3-0

NSÍ vann 3-0 á B68 í innleiðandi dystinum í Eysturoyarkappingini í Fuglafirði í dag. Í fyrra dystinum vann ÍF 2-0 á Víkingi, og koma ÍF og NSÍ tískil at leika finalu – mánakvøldið kl. 18 í Fuglafirði.

Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Monrad, Jens, Rógvi, Sjúrður, Árni, Jann Martin, Andras, Ari, Debes og Magnus. Seinni komu Justinus, Andrias og Bárður inn. Kristian og Klæmint eru við landsliðinum, og Helgi var burturstaddur.

Dysturin var sum heild ikki so lívligur, men NSÍ hevði yvirtakið. Magnus skjeyt fyrsta málið í 30. min. eftir innleggi frá Sjúrða úr vinstru síðu. Jann Martin økti til 2-0 í 33. min. eftir innleggi frá Monrad úr høgru síðu. Andras skjeyt seinasta málið beint eftir steðgin.

Kykmyndir av teimum báðum fyrru málunum eru niðanfyri. Tíverri er seinasta málið ikki við.

httpv://www.youtube.com/watch?v=fex1yW4Rtak

Líknandi tíðindi