Úr skotgrøvini: Eyðbjørn Thomsen, FC Suðuroy

Undan dystinum móti FC Suðuroy Skírisdag hava vit vent okkum til verjuleikandi sumbingin Eyðbjørn Thomsen, ið situr í nevndini í FC Suðuroy.

Navn og aldur?
Eyðbjørn Thomsen, 40 ár

Hevur tú sjálvur spælt fótbólt?
Ja, verjuleikari.

Tín yndisleikari hjá FC Suðuroy? – nú og/ella fyrr.
Nú er FC S so ungt eitt felag, so um eg kann taka ein frá Sumba og ein frá VB, so má tað nokk verða Marlon Kjærbo frá Sumba og Eyðun Jacobsen frá VB, og nú hjá FC Suðuroy er tað ALT liðið 🙂

Størsta løtan við FC Suðuroy?
Nummar 1 kappingar árið 2011 í 1. deild

Hósdagin møta tit NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Vespur uttan brodd! 🙂

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum hósdagin?
Helgi L. Petersen og David Asare

Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
1-2

Líknandi tíðindi