Dreingir U14 stórsigur í steypakappingini

Kappingin hjá NSÍa U14 fór av bakkastokki leygardagin 31. Mars.

Byrja var við steypakapping, og mótstøðuliðið var ÍF úr Fuglafirði

Dysturin var spældur í allar fagrasta veðri.

Beinanvegin sást at okkara vóru væl betri enn fuglfirðingar, og úrslitið gjørdist eisini 25 -1 til NSÍ

Tí bleiv tað ongantíð nakar spenningur. Sigast skal eisini at ÍF liðið leikar í b bólkinum, meðan okkara lið spælir í a bólkinum.

Tó skal sigast at okkara spældu frálíkan fótbólt, og tað var stuttligt  og hugaligt at síggja góða positiónsspælið, har liðið spældi seg allan vegin fram til nógvu avslutninganar.

Vit hava eitt frálíkt lið við hesum dreingjum føddir í 1998/99, so tað verður spennandi at fylgja hesum liðnum.

Aftur til dystin. Longu tá hálvleikur var, vóru vit á odda 9 – 0.

Vit hava góðar profilar á sentralum plássum, so sum Jóhann Gaardbo, Petur Knudsen, Jannik Olsen og Hans Marius Davidsen. Tó so hesir eru væl stuðlaðir av leikarum føddir 1999.

Nógv av málinum móti ÍF vóru sera væl spæld, og serliga Petur Knudsen var vælupplagdur á sentrala miðvøllinum. Við frálíkum stikningum til viðleikarar ella var hann sjálvur síðstur sum skoraði, var ein fragd at síggja, sjálvt um mótstøðan ikki var nógv hendan dagin.

Teir sum vóru við í Fuglafirði til hendan dystin vóru:

Ólavur Nón, Mórits Heini Mortensen, Jóhann Gaardbo, Hans Marius Davidsen, Pætur Hentze, Petur Knudsen, Kári Hansen, Jannik Olsen, Sonni Mikkelsen, Aron Knudsen, Gorm Nielsen, Heðin Nielsen og Jógvan Olsen

 

Málini

Petur Knudsen (9)

Hans Marius Davidsen (5)

Jannik Olsen (2)

Sonni Knudsen(2)

Aron Knudsen (2)

Mórits Heini Mortensen (1)

Jóhann Gaardbo (1)

Kári Hansen (1)

Sjálvmál (1)

Dystarfrásøgn: Trygvi Mortensen

Líknandi tíðindi