Einar eisini á landsliðnum

Sambært fsf.fo er Einar Tróndargjógv nú eisini úttikin til landsdystin ímóti Grikkalandi. Hetta er veruleiki nú Viljormur Davidsen, NSÍarin í Vejle, hevur givið avboð til dystin.

Einar hevur fyrr verið á landsliðnum, men hann hevur ikki spælt landsdyst síðani í 2011, og tískil er tað ógvuliga gleðiligt, at hann er aftur á landsliðnum.

Einar er sostatt fjórði NSÍarin, ið er úttikin til landsdystin ímóti Grikkalandi 13. juni. Vit ynskja øllum okkara monnum bestu eydnu við dystinum.

Koyr á Føroyar!

Líknandi tíðindi