EB/Str-NSÍ 0-2: – NSÍ er nú á fjórða plássi

Eftir sigurin við Margáir í kvøld er NSÍ á fjórða plássi í Effo-deildini. Hetta plássið gevur sum kunnugt atgongd til Euro League.

Einar Tróndargjógv legði í 23. minutti NSÍ á odda við einum fantastiskum skoti, har bólturin fór buldrandi framvið René Tórgarð. Eitt tað vakrasta málið hjá NSÍ í ár!

NSÍ fór til hálvleiks við eini 1-0 leiðslu, eftir at hava verið rímiliga greitt omaná leikliga. NSÍ hevði eisini vindin undan í fyrra hálvleiki.

Spælið koyrdi aftur og fram í seinna hálvleiki, og bæði liðini misnýttu rímiliga stórar málmøguleikar.

Við einum frálíkum máli økti vælupplagdi Árni Frederiksberg um NSÍ-leiðsluna, tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum. Fleiri mál komu ikki, og tískil vann NSÍ avgerandi dystin 2-0 á EB/Streymi.

Tríggir dystir eru eftir í landskappingini, og bara eitt stig skilur trý lið í stríðnum um Euro League-plássið.

 

Líknandi tíðindi