Klæmint – dagsins maður móti B71


Síðani dystin móti B71 mánadagin hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti B71.

Ikki óvæntað var tað tvífaldi málskjúttin mánadagin, Klæmint A. Olsen, ið varð kosin dagsins maður við 31% (75 atkv.) av teimum 239 givnu atkvøðunum. Hetta er næstmesta tal av givnum atkvøðum, hóast tit bert hava havt fýra dagar at atkvøtt í.

Jann Ingi Petersen gjørdist enn eina ferð nummar tvey við 12% (28 atkv.). Hann er mestsum fastur gestur í oddinum.

András gjørdist nummar trý við 10% (25 atkv.). Hetta er aðru ferð, at hann er millum trýggjar teir ovastu.

Vit ynskja Klæmint hjartaliga tillukku við heiðrinum og ynskja liðinum øllum góða eydnu í dystinum móti ÍF í Fuglafirði í morgin.

Eftir dystin verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[singlepic id=1136 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1152 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1187 w=320 h=240 float=]
[singlepic id=1224 w=320 h=240 float=]

[poll id=”8″]

Líknandi tíðindi